Ákærdur fyri drápsroynd á fýra fólk

18 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava stungið fýra fólk í Norðdepli í juli 2013, er ákærdur fyri drápsroynd á hesi fýra og í øðrum lagi harðskapi av serliga ráðum ella farligum slag.

18 ára gamli maðurin, sum í dag er fyri rættinum í málinum, har fýra fólk vórðu stungin í Norðdepli 14. juli 2013, er ákærdur fyri drápsroynd í fýra førum.

í øðrum lagi harðskapi móti hesum fýra av serliga ráðum ella farligum slagi.

Hann sigur seg einki minnast, og noktar seg sekan.

Maðurin er ákærdur fyri at hava brotið inn í eini hús í Norðdepli, og síðan at hava gjørt eina roynd at kvæla Conni Karin Reinholdt við báðum hondum, meðan hann helt henni niðri við egnu kropsvekt.

Haraftrat er hann ákærdur fyri at hava stungið hana fleiri ferðir við einum vápni - helst einum knívi.

Karin Reinholdt fekk eitt fimm cm langt sár á hálsin og tvey sár á rygginum, ið vóru ávikavist 10 og tvey cm long.

Hon rópti um hjálp, og 16 ára gamli svágur hennara, Jóan Petur Petersen kom inn og helt mannninum aftur, meðan hon flýggjaði inn í eitt annað rúm. Haðani flýddi hon yvir í eitt annað hús, men greingsmaðurin elti hana. 

Inni í næsta húsinum, tók geringsmaðurin í beinið á Conni Karin Reinholdt og royndi at hála hana niður til sín fyri at drepa hana, sigur ákærin.

Tað eydnaðist henni at sparka seg leysa, og hon goymdi seg aftanfyri kvinnuna í húsinum, Hervør Peteresen. 

Tey trý, sum vórðu álopin umframt Conni Karin Reinholdt, vóru 16 ára gamli Jóan Petur Petersen, sum kom Conni Karin Reinholdt til hjálpar í tí fyrra húsinum, Hervør Petersen, som Conni Reinholdt goymdi seg aftanfyri í næsta húsinum, og maðurin hjá henni, Essa Petersen, sum royndi at koma konuni til hjálpar. 

Jóan Peter Petersen varð stungin 22 ferðir í skallan, á vinstru síðu á hálsinum, í ryggin, í búkin, á vinstra arm og við vinstru mjødn.

Hervør Petersen varð stungin tríggjar ferðir í vinstra arm, vinsra albua og vinstru síðu av andlitinum. 

Tá maður hennara kom inn og royndi at hjálpa henni, var hann somuleiðis stungin fleiri ferðir millum annað fimm ferðir í búkin. 

Øll fýra offur vóru í lívsvanda, og ákærdi er skuldsettur fyri at vilja taka lívið av teimum øllum.

Ákærdi er í alt skuldsettur í 10 viðurskiftum. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 14. juli 2013.

 

TRÝST HERfyri at lesa samrøðu við fólkini, sum vórðu stungin: Hjúnini Hervør og Essa Petersen og Jóan Petur Petersen og Connie Karin Reinholdt, sum var í Sosialin um 16. august í fjør