Ákærin kravdi hálvtannað ár

Stefan Møller Jørgensen vísti til innrættingina av laboratoriunum fyri at vísa á, at talan var um framleiðslu í longri tíð.

Stefan Møller Jørgensen vísti til innrættingina av laboratoriunum fyri at vísa á, at talan var um framleiðslu í longri tíð.

 

Hann segði, at ákærdi greiddi sjálvur frá, at planturnar góvu millum 20 og 30 gramm hassj hvør.

 

Hartil vóru funnin 483 hampfræ, og ákærin helt ikki, at tað var sannlíkt, at hampfræ var eitt samlaraobjekt.

 

Somuleiðis vísti Stefan Møller Jørgensen á, at ákærdi áður var revsaður fyri at smugla 200 gramm av hassj, og tað gav 40 dagar.

 

Eftir teimum umstøðum  kravdi ákærin ikki undir hálvtannað árs revsing.

 

Ákærin meinti, at tann annar ákærdi ikki kundi sleppa undan skuldarskyldu. Talan var ikki um serliga professionelt vakstrarúm, men tað átti kortini at geva 40-50 dagar