Áki gjørdist toppskjútti í seinasta dystinum fyri KA

Føroyingaliðið tapti báðar fjórðingsfinalurnar fyri Vali í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Áki Egilsnes setti í kvøld eitt vakurt punktum fyri tey fýra kappingarárini hann hevur spælt við KA á Akureyri. 

 

Áki Egilsnes skoraði átta mál og gjørdist toppskjútti hjá KA í seinnu fjórðingsfinaluni á útivølli móti Vali í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

KA tapti 27-33 fyri Vali, ið var á odda 18-16 í steðginum. Tá Valur kom á odda 29-24 seint í seinna hálvleiki var skriftin á vegginum týðilig, hetta var endastøðin hjá KA hetta kappingarárið.

 

Farna týskvøld vann Valur 30-26 á KA á Akureyri, og endaði tað sostatt við einum samlaðum 63-53 sigri hjá Vali, ið møtir ÍBV í hálvfinalunum.

 

Nicholas Satchwell hevði sjey bjargingar í málinum hjá KA, harav eitt brotskast. Nicholas fer saman við Allani Norðberg og Pæturi Mikkjalssyni at spæla við KA komandi kappingarár.

 

Áki Egilsnes fer seinni í summar at tørna til fyri Aue í 2. bundesligu í Týsklandi.