Áki og Eir vóru stjørnuskotini

VÍF og Neistin áttu spælararnar, ið fóru á pallin sum ársins stjørnuskot

Tað er altíð stórur spenningur um heiðurin sum ársins stjørnuskot. Ein heiður, sum markerar, at her er ein møguligur nýggjur stórspælari ávegis.

 

Hjá kvinnunum fall valið á Eir Berg, sum í ár hevur víst seg sum skotsterkan bakk á Neista-liðnum. Hon vann heiðurin í kapping við Annu Berg úr Kyndli og Minu Sirdal úr Stjørnuni.

 

Hjá monnum fall valið á Áka Egilsnes hjá VÍF. Áki hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár, og hóast hann var úti part av kappingarárinum við beinbroti, stóð hann altso ovastur á flestu atkvøðuseðlunum. Teir báðir, sum vóru honum næstir, vóru Kjartan Johansen og Julian Olsen.