Fríggjakvøldið spældi liðið hjá Áka D. Samuelsen, svenska meistaraliðið, Mjällby venjingardyst móti Rosenborg, har Áki fekk møguleikan frá dystarbyrjan.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Mjällby hevur ein venjingardyst eftir áðrenn teir byrja upp á innleiðandi bólkaspælið í svensku steypakappingini. Leygardagin 14. februar spælir Mjällby venjingardyst móti Öster.
Í svensku steypakappingini er Mjällby í innleiðandi bólki 1 saman við Kalmar FF, Örgryte og Värnamo.











