Í samfull 32 ár var hon sporleyst horvin, men nú er hon komin afturíaftur.
- Kanningarfólk hava váttað samleika hennara, og hon er ikki longur skrásett í skránni yvir saknað.
Tað skrivar Gila County Sheriff's Office í Arisona, og tað er Verdens Gang, ið endurgevur aðrar miðlar, sum hava skrivað um málið.
Christina Marie Plante hvarv sporleyst í Star Valley í Arisona í mai í 1994. Hon varð seinast sædd, tá hon fór at vitja hestin, sum tey høvdu.
Eitt stórt leitingararbeiðið varð sett í verk, bæði við løgreglu, sjálvbodnum og at enda um alt USA.
Hóast dúgliga varð leitað, og nógvar samrøður vórðu gjørdar í samband við leitingararbeiðið, varð gentan sporleyst horvin.
Her vóru eingi lívstekin.
Christina Marie Plante varð skráset í databasum sum horvin, og uppsløg vóru at síggja bæði í statinum og kring alt USA.
Sum árini gingu, hugdu kannigarfólk javnan eftir tilfarinum, sum var til skjals, men gentan kom ikki afturíaftur.
- Við at brúka framtøk innan tøkni, nútímans kanningarhættir og nýggja gjøgnumgongd av skjalatilfarinum, funnu kanningarfólk nýggj spor.
At enda førdi hetta arbeiðið til, at gentan varð funnin aftur - á lívi.
- Við atliti til privatlívið hjá Christina Marie Plante kunnu vit í løtuni ikki upplýsa um smálutir í málinum, sigur løgreglan í Arisona.











