Enda verandi samráðingar við eini samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, so fær Fólkaflokkurin løgmann. Av tí at Aksel V. Johannesen, løgmaður, skerdi undanfarna landsstýri niður í seks landsstýrisfólk og seks aðalráð, eftir tilmæli frá nýskipanarnevndini, so er sannlíkt, at nýggja landsstýrið verður skipað við seks landsstýrisfólkum, løgmaður íroknaður. Beinir Johannesen hevur tó í samrøðu við in.fo nevnt, at tað er ikki vist, at hann fer at halda seg til seks aðalráð, »tað kann vera eitt færri ella eitt fleiri«, hevur hann nevnt. Tí er ein møguleiki, at tað verða sjey landsstýrisfólk. Um so er, so fær Fólkaflokkurin løgmann og tvey landsstýrisfólk, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey landsstýrisfólk í part.
Seinastu mongu árini hevur verið vanligt, at landsstýrisfólkini hava verið fólk úr tingmanningunum hjá flokkunum. Tó hava flokkar valt fólk uttan fyri tingbólkarnar, tá landsstýrisfólk eru skift út. Tað gjørdi til dømis Tjóðveldi, tá tey valdu Jóhan Christiansen í landsstýrið fyri Dennis Holm, og tað gjørdi Fólkaflokkurin í 2022, tá tey valdu Árna Skaale og Sólvit Nolsø í landsstýri fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard.
Siðvenja er eisini, at løgmansflokkurin ikki hevur tingformannin. Seinast fekk Tjóðveldi sum næststørsti flokkurin tingforkvinnuna, tá Javnaðarflokkurin fekk løgmann.
Undir næstsíðstu samgongu hevði næststørsti flokkurin løgmann, tað var Sambandsflokkurin, og størsti flokkur fekk løgtingsformannin, sum var Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum.
Og skeiði frá 2015 til 2019 hevði Tjóðveldi løgtingsformannin og Javnaðarflokkurin løgmann. Og soleiðis kundu vit hildið á. Men tað eru 42 ár síðani, at sami flokkurin fekk løgmann og løgtingsformannin eftir samgongusamráðingar. Tað var eftir valið í 1984. Men í 1995 bleiv Jógvan Ingvard Olsen úr Sambandsflokkinum tingformaður, meðan Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum var løgmaður. Tað var annars Marita Petersen, sum gjørdist løgtingsforkvinna eftir samgongusamráðingarnar í 1994. Men tá tingskipanin varð broytt í 1995, og starvið sum løgtingsformaður varð gjørt til fulltíðar starv við hægri tign, valdi Marita Petersen at leggja frá sær, og tí gjørdist Jógvan Ingvard Olsen løgtingsformaður.
Tað er tí hugsandi, at tað annaðhvørt verður Sambandsflokkurin ella Javnaðarflokkurin sum í hesari samgonguni fær løgtingsformannin. Tað er ilt at meta um, hvør teirra fær hann. Tí tað veldst um málsøkjabýtið í landsstýrinum og um nevndarformansbýtið í Løgtinginum. Tað hevur týdning, hvør fær tungu málsøkini sum fíggjarmál og vinnumál, og hvør fær formanssessin í fíggjarnevndini.
Verður tað Sambandsflokkurin, sum fær løgtingsformanssessin, so er upplagda boðið Johan Dahl. Hann er royndur í politikki, hann er tilkomin, sum eisini var hugsanin við sessinum – at tað líkasum var ein sessur til tann, sum var á veg á pensjón. Johan Dahl er 66 ára gamal. Og so hevur Johan Dahl leingi verið partur av formansskapinum í Løgtinginum og er í løtuni annar næstformaður.
Verður tað Javnaðarflokkurin, sum fær løgtingsformannin, so er Jóhannis Joensen upplagda boðið. Hann er eisini limur í formansskapinum í Løgtinginum, har hann hevur verið næstformaður seinasta valskeiðið. Hóast hann ikki nærkast pensjónsaldri eins nógv og Johan Dahl, so er hann elstur í tingmanning Javnaðarfloksins, hann er 55 ára gamal.
Løgtingsforfólk verður valt á tingfundi, sum verður í seinasta lagi 13. apríl. Tann tingfundurin verður, og løgtingsformansskapur valdur, um samgonga er skipað til ta tíð ella ikki. Tí tað er ásett í tingskipanini.











