Aksel fær fína vitjan hósdagin

Løgmaður fær tvær frægar kvinnur á vitjan hósdagin, onnur fremst í ríkinum, hin fremst í Evropa

 

Talan er um Ursulu von der Leyen, sum er forkvinna í ES nevndini, sum kann samanberast við at vera forsætisráðfrú í Evropa – og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmark.

Beinleiðis ørindini hjá Ursulu von der Leyen er at skriva undir semjuskalið, sum er ein yvirskipaður samstarvskarmur millum Føroyar og ES.

– Tað er tað, sum er beinleiðis endamálið við túrinum. Men vit vóna at vit innan alt ov langa tíð fáa gjørt nakrar broytingar á handilsøkinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

– Tað sum liggur fremst fyri hjá okkum at fáa broytt, er forðingin hjá okkum at útflyta góðskaðar fiskavørur og laksavørur, sum vinnan hjá okkum hevur eftirspurt í nógv ár. Vit framleiða ikki tær vørurnar í dag, av góðum grundum, kunnu vit siga, tí vit sleppa ikki at útflyta tær til ES. Verður hetta broytt, so fer vinnan at gera íløgur, so vit kunnu góðska vørurnar meira og harvið fáa betri prís, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann sigur, at tað er tað yvirskipaða málið, men tað hendir ikki, meðan Ursula von der Leyen er her, men tá verður samstarvskarmurin millum Føroyar og ES undirskrivaður.

– Og tað er líkasum fortreytin fyri at koma víðari við eini handilsavtalu. Tað hava vit fingið at vita har niðri í ES fleiri ferðir, sigur hann.

Ursula von der Leyen fer fríggjadagin víðar til Grønlands á vitjan. Har snýr tað seg um, at ES fer at lata upp eina sendistovu fyri at verða meira nærverandi í Arktis.

Spurdur hví forsætisráðfrúan Mette Frederiksen er við á ferðini veit løgmaður ikki reiðliga at svara. Hon skal so ikki skriva undir nakað, tí talan ikki um eina avtalu millum danska kongaríkið og ES, men um eina avtalu millum Føroya Landsstýri og ES beinleiðis, sigur løgmaður.

Spurdur nær hann væntar at koma á mál við handilsavtaluni sigur hann, at tað hevði sjálvandi verið áhugavert at klárað tað í hesum valskeiði, men vísir samstundis á, at skiftandi landsstýri hava arbeitt við hesum málinum í 25 ár.

– Men vit vóna at koma nærri málinum. Vit hava í fleiri á verið í samskifti við ES beinleiðis og umvegis danska forsætismálaráðið um betri viðurskifti við ES, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur, at eisini tann geopolitiska støðan nú ger, at ES sær týdningin í at knýta bæði Føroyar og Grønland tættari at sær.

Spurdur um føroysku limaskapur í ES er áhugaverdur í hesum sambandi sigur hann, at tey tosa als ikki um limaskap.

Tað hevði helst borið til hjá Føroyum at blivið limur í ES. Grønland hevur verið limir í ES – eisini undir heimastýrisskipanini, og Áland, sum hevur líknandi skipan við Finnland, sum Føroyar og Grønland hava við Danmark, er limur í ES.

– Vit arbeiða ikki við ES limaskapi, men vit vilja fegin hava tættari samstarv við ES á fleiri økjum, ikki minst á handilsøkinum, sigur løgmaður.

Orsøkin til, at ES hevur verið so trekt at fáast við, tá tað snýr um handilsavtalu við Føroyar er uttan iva, at mótstríðandi áhugamál eru. Í ES eru nógvir lobbyistar, sum ikki ynskja fríhandilsavtalu við Føroyar, so teir síggja tað sum eina hóttan, um Føroyar fáa javnbjóðis rætt til ES marknaðin.

– Tað kann vera orsøkin, men ES er ein stórur og tungur felagsskapur, har tað tekur tíð at flyta nakað, vísir Aksel V. Johannesen, løgmaður, á.

Ursula von der Leyen kemur til Føroyar hósmorgun. Í Tinganesi skal hon á fund við løgmann, har semjuskjalið verður undirskrivað. Klokkan 11 eru fjølmiðlarnir boðsendir til tíðindafund.

Eftir tað skal Ursula von der Leyen vitja umborð á hybridskipinum Bakkafossi. Leiðin gongur eisini til Kaldbaks at vitja Ocean Rainforrest, ið millum annað luttekur í ES-granskingarsamstarvinum Horizon Europe.

 

Vitjanin endar í Bø, áðrenn ES-nevndarforkvinnan við fylgi fer av landinum aftur seinni hósdagin.