Aksel heldur fram á Skála

Tveir av Danielsen brøðurnum úr Klaksvík fara at stríðast fyri at vinna Skála aftur í bestu deildina

Nógv teir flestu, sum í fjør spældu á Skála, halda fram, hóast liðið í ár fer at spæla í næstbestu deildini.

Í gjárkvøldið skrivaðu Aksel B. Danielsen og Skála formaðurin Ingi Hansen undir uppá, at Aksel eisini í 2021 verður partur av liðnum.

21 ára gamli Aksel B. Danielsen er framrættaður spælari. Hann flutti á sumri í 2019 úr KÍ og út á Skála, har hann síðani hevur verið. Okkurt skeiðið hevur hann verið darvaður av skaða í knænum.

Millum liðfelagarnar á Skála er elsti beiggin, 32 ára gamli Niels Pauli Danielsen. Miðlingabeiggin, Ragnar B. Danielsen, heldur fram í EB/Streymi, har ein annar klaksvíkingur nú er millum liðfelagarnar. Talan er um Heðin Klakstein, sum fyri kortum flutti av Skála og norður í Hólman á Eiði.