Al Gore dróg fólk til Boga Hansen

Meðan vinnulívsfólk, politikarar, fjølmiðlafólk og onnur leitaðu sær inn til stóru altjóða ráðstevnuna, vísti stórskermurin í høllini í Norðulandahúsinum livandi myndir tiknar beint undir vatnskorpuni ? kanska fyri at skapa rætta huglagið frá byrjan.

Høvðuspersónurin á ráðstevnuni, nobelvinnarin og fyrrverandi varðaforsetin í USA, Al Gore, var ikki hjástaddur, men tað man vera lítil ivi um, at hann hevur tryggjað part av stóru luttøkuni á ráðstevnuni.

Stjørnan hendan fyrrapartin var tó eingin útlendingur, men okkara egni Bogi Hansen, havfrøðisgranskari. Eftir at Kjartan Hoydal, skrivari hjá NEAFC og leiðari fyri ráðstevnuna, hevði bjóðað vælkomin, Marita Rasmussen, forkvinna í Arbeiðsgevarafelagnum, og Helena Dam á Neystabø, Landstýriskvinna við ábyrgd fyri umhvørvismálum høvdu stuttar hugleiðingar, kom Bogi Hansen á pall, og við einari greiðari, hugtakandi framløgu greiddi hann frá, hvussu havumhvørvið við Føroyar hevur týdning fyri alla verðina.