Yvirgangur
Árni Joensen:
- Við ótta eygleiða vit, hvussu krossfarararnir fyrireika seg til at fara undir eitt kríggj ímóti gamla høvuðsstaðnum hjá muslimunum, segði Osama bin Laden í teirri 16 minuttir longu upptøkuni, sum arabiska sjónvarpsstøðin Al- Jazeera sendi fyrrakvøldið.
Hann mælti øllum rætttrúgvandi muslimum til at skipa fyri sjálvmorðsatsóknum at USA og Ísrael, og hann ávaraði teir arabarar, sum á ein ella annan hátt hjálpa amerikanarunum í einum kríggi við Irak.
Amerikanska stjórnin ivast ikki í, at tað var bin Laden, sum tosaði í upptøkuni, og tann viðurkendi bretski yvirgangsserfrøðingurin, Peter Bergen, er heldur ikki í iva um, at tað var bin Laden, sum tosaði.
Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at upptøkan prógvar, at samband er ímillum Al-Qaeda og iraksku leiðsluna. Tað hevur CIA annars avsannað fyrr, og bretsku myndugleikarnir hava sagt, at teir hava eingi prógv fyri, at nakað samband er millum Al-Qaeda og Bagdad. International Crises Group segði í síðstu viku, at irakska leiðslan hevur einki samband við al-Qaeda.