Amerikanska fregnartænastan heldur, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda er í ferð við at flyta úr Pakistan og Afghanistan til Jemen. CIA sigur, at al-Qaeda hevur framvegis høvuðsstøð í Pakistan og Afghanistan, men at fleiri tekin er um, at felagsskapurin er um at fáa fótafesti í Jemen.
Samstundis halda amerikonsku myndugleikarnir, at fleiri tekin eru um økt samstarv millum al-Qarda í Jemen og yvirgangsfelagsskapin al-Shabab í Somalia.
Stjórnin í Jemen vil ikki hava al-Qaeda hagar, og hon hevur biðið USA um hjálp. Hinvegin vil Jemen ikki loyva amerikanarunum at søkja at al-Qaeda við ómannaðu bumbuflogførunum, sum amerikanararnir brúka í Afghanistan og Pakistan.