Al­tjóð­a handi­kap­dag­ur

Í Avstralia verður skipa fyri gong­u­túr­um og list­­­a­­fram­sýn­­ing­­um. Í Kan­ada verð­ur skipað fyri ítr­ótt­ar­degi. Í Uganda verð­ur skipað fyri út­varps­send­ing­um, og í Brux­ell­es verð­ur stór ráð­stevna. Hesi tiltøk hava til fel­ags at varpa ljós á við­ur­skift­ini hjá teim­um, sum bera brek.

Eisini í Føroyum, í Løks­høll, seta vit al­tjóða handikapdagin í fok­us. Á fyrsta sinni há­tíð­ar­halda vit altjóða hand­i­kap­dag­in, sum ST hevur lýst at verð­a 3. desember á hvørj­um ári.
Í Løkshøll verða fleiri á­hugaverdir per­són­ar at lýða á. M. a. Lis­beth Zornig And­er­sen, ið júst hevur givið út bók­ina Zornig og sum er kend­ur ummælari og komm­en­ta­t­or í donsk­u­m miðl­um, og Tóra við Keldu. Lisbeth fer at greiða frá síni tíð sum stjóri á Spec­i­al­ist­er­ne, har flestu starvsfólkini hava autismu, og Tóra fer at greiða frá sín­um royndum, bæði í ger­an­dis­lívi og sum svimj­ari.
Annika Olsen, lands­stýr­is­kvinna set­ur dag­in. Jón Brian Hvidtfeldt verð­ur orðstýrari og tekn­málstulkar tulka all­ar framløgurnar.
Borðreitt verður eis­ini við tónleiki, frukt og kaffi. Tiltakið er ó­keyp­is.