Albert prinsur í Monaco og unnusta hansara, suðurafrikanska Charlene Wittstock, vórðu vígd seinnapartin. Vígslan var borgarlig, men í morgin verða tey endaliga sameinað í einum kirkjuligum hátíðarhaldi.
Umboð fyri fleiri kongshús eru komin til Monaco at hátíðarhalda brúdleypið hjá tí 52 ára gamla prinsinum og hansara 32 ára gomlu brúður. Umframt kongalig eru eitt nú sjónleikarar, ítróttarfólk, mótafólk og operasangarar bodnir í brúdleyp.
Úr Danmark eru Fríðrikur krúnprinsur, Mary krúnprinsessa, Joakim prinsur og Marie prinsessa.