Albert verður ikki FS Venjari

Tvørrandi sampakking millum venjarastarvið og leiðslustarvið á Fiskavirking ger, at albert Ellefsen kortini ikki verður venjari hjá FSV komandi kappingarár

FS Venjarin

Tað stóð longu greitt sama dagin, sum FS Vágar høvdu tryggjað sær uppflyting til bestu deildina. Albert Ellfsen skuldi aftur í 2003 venja besta liðið hjá felagnum, og við hesum spurninginum avkláraðum, kundi longu tíðliga heyst farast undir restina av fyrireikingunum til árið.
Nú er tó broyting komin í. Sum flestir aðrir av føroysku venjarunum, so hevur Albert Ellefsen eisini starv í privata vinnulívinum at røkja, og tað hevur víst seg, at hetta fæst illa at sampakka við krevjand starvið sum venjari hjá einum fyrstudeildarliðið.
- Albert hevur boðað okkum frá, at hann ikki hevur umstøður at vera venjari hjá okkum komandi ár. Tað harmast vit um, tað er klárt, at hetta hevur givið okkum ein trupulleika, sigur Árni Jacobsen, formaður í FS Vágum.
Spurdur, hvørt felagið er komið nakran veg í leitingini eftir nýggjum venjara, sigur formaðurin, at tað dugir hann illa at siga.
- Tað er bara átta dagar síðani, at vit fingu boðini. Sjálvandi hava vit kannað nakað og havt samband við onkran venjara. Men um tað verður heilt skjótt, ella um tað fer at taka nakað av tíð, áðrenn hetta er avklárað, dugi eg ikki at siga enn, sigur Árni Jacobsen at enda.