Albin Funn skar snórin til bátahylin á Válinum

Ein stór hending var í gjár í Kvívíkar kommunu, tá ið Bátahylurin á Válinum var tikin í nýtslu. Albin Funn, sum er elsti maður á Válinum, skar tráin, og løtu seinni sigldu teir nógv spentu bátaeigarar inn í hylin.

 

Eftir hetta helt Heri Müller borgarstjóri talu. Hann fegnaðist um, at bátahylurin nú var tikin í nýtslu, og somuleiðis greiddi hann frá, at tað gongur rættuliga væl í kommununi. Fólkatalið er støðugt økt, og er í dag ein bíðilisti upp á 27 fólk, sum vilja hava grundøki í kommununi. Somuleiðis eru skattainntøkurnar vaksandi.

 

Eftir hetta helt Óli Hans Olsen formaður í teknisku nevnd talu, har hann fegnaðist um at bátahylurin nú bleiv tikin í nýtslu.

 

Fyri at hátíðarhalda dagin saman við borgarunum bjóðaði kommunan til ein leskiligan bita í róðrarneystinum á Válinum.