Tað er at "føje spot til skade", at landið samstundis tekur pensjónina innaftur ígjøgnum skattin.
Fyri pensjónistin er tað tað sama, um skatturin eitur inntøkuskattur, ella hann eitur meirvirðisgjald, ella okkurt heilt triðja.
Føroyskir pensjónistar vóru ungir í teimum tíðum, tá nærum eingin hevði ráð til nakran lestur, og fá fingu nakra formliga útbúgving. Hóast tað bygdu tey hetta land, virkaðu og rindaðu sín skatt.
Umstøðurnar tá loyvdu ikki pensjónsuppsparing. Yngru ættarliðini í dag hava fyri stóran part lut í eini pensjónsskipan, sum fer at gera teimum lívið lættari, tá aldurin kemur.
Hóast inntøkurnar eru smáar vilja pensjónistarnir fegnir gjalda fyri seg, útvarp, sjónvarp, olju og el. Men tá MVG verður lagt á hesi gjøld, gerst húsarhaldið ov tungt. - MVG'ið ber til at taka av hesum vørum og tænastum við at leggja eina kodu inn í telduskipanina, so vøran til tann pensjóneraða kundan verður skrásett sum "ikki MVG-skyldug". Hetta klára allar telduskipanir. Henda framferðarhátt nýta vit longu, tá talan er um busskort. Eitt einfalt prógv fyri, at viðkomandi er pensjónistur, so verður ein annar prísur kravdur av sær sjálvum.
Við einum metstórum yvirskoti í landskassanum eiga vit at lata ein skattalætta, sum merkist hjá teimum, sum mest tørva. At lætta um hjá teimum eldru á henda hátt er ikki meir enn sømiligt.