Alex: Haldið á at venja

Miðvís venjing er gullkornið, sum songstjørnan Alex hevur at geva ungum songfuglum, ið vilja royna sínar veingir

Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
??????????????????

Atletion, Århus: "The morning light caresses your face on my pillow. You´re still asleep and you´re so beautiful..." Tryggur á pallinum. Hatturin liggur á skrá og sólbrillurnar hvíla trygt á nasarygginum. Pallurin er í Atletion í Århus. Áskoðararnir eru yvir 4000 í tali, men hetta tykist ikki nerva hann tað stóra.
Talan er um Alex. Nøkur kenna hann kanska frá Popstars tað árið, tá Jens Marni Hansen var við. Men nú hevur hann fingið ferð á solo-karrieruna, og hevur hann í dag tilknýti til Nexus Music, sum millum annað er mannað av Nik og Jay. Nik og Jay vóru á Føroyavitjan fyri hálvum árið síðani, og tað eru eisini teir, ið hava skrivað orðini til sangin, sum í løtuni toppar á donsku hittlistunum - "So beautiful".
Um tíðin verður spolað aftur til Popstars, so var støðan ein heilt onnur. Nervar og angist eyðmerktu 25 ára gamla Alex, sum endaði við at trekkja seg úr kappingini. Men røddini bilti ikki, og er hetta orsøkin til, at hann veruliga hevur fingið vind í seglini.
Venjing
Lógvabrestirnir tróta ikki, tá lagið er liðugt. Pallurin er nú aftur í Århus, og Alex gongur tryggur av pallinum. Dagsins uppgáva er fullførd.
- Eg havi ikki nervar longur. Eg havi vant meg við at vera á pallinum, greiðir hann smílandi frá.
Sjálvt um hann sjálvur megnar at fylla ein konsertsal, so hevur hann tikið av tilboðnum at framføra til Melodi Grand Prix, sum varð hildið tann 7. februar.
- Slíkar framførslur gagna mær. Hetta er áskoðarafjøldin, sum eg leiti eftir. Frá teimum heilt ungu til tey eldru.
- Um óroyndir sangarar ynskja at koma fram, so er venjing tað besta ráðið eg kann geva teimum. Haldið á at venja. Gerið sum mamma tykkara sigur, og venji. "Øvelse gør mester", slær hann fast.
Hann dylir ikki fyri, at tankarnir leita út í heimin nú. Men heimsmarknaðurin tykist verða mettaður tá tað kemur til júst hansara slag av tónleiki, sum er ein blandingur av bleytum popptónleiki og rappi.
- Eg ætli mær ikki at satsa uppá USA, men eg vóni, at sleppa útum Danmark. Kanska Asia ella okkurt líknandi, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann vónar, at eisini sleppa til Føroya at framføra.
- Tað lá ikki fyri hjá mær at vera við tá Nik og Jay vóru í Føroyum fyrr í summar, sigur hann, og sær eitt sindur vónbrotin út. - Teir søgdu tað var so feitt, og hvør veit um eg ikki endi har onkuntíð sjálvur.