Alfred Hofgaard, snikkara, til minnis

23. mars andaðist Alfred Hofgaard, snikkari, 92 ára gamal.
Alfred Hofgaard var millum teirra, sum tóku stig til at stovna Havnar Handverkarafelag, og gjørdist seinni fyrsti heiðurslimur felagsins. Hann var í mong ár nevndarlimur í Havnar Handverkarafelag og Føroya Handverkarafelag, og var rættuligur fakfelagsmaður, - trúgvur og álítandi.
Alfred var føddur í Valinum á Tvøroyri 29. mars 1912. Hann var fyri tí vanlagnu - bert 12 ára gamal - at missa bæði foreldrini. Tað vóru bara átta dagar vóru í millum andlátini. Kunnleikin hjá læknunum var ikki tann sami, sum hann er í dag. Sjálvur metti Alfred, at havhestasjúkan var orsøkin.

Vaks upp hjá pápabeiggjanum
Nú bæði foreldrini vóru deyð, flutti Alfred til pápabeiggjan, Johan Hofgaard at búgva, og Johan kom soleiðis at vera fosturpápi hansara. Johan Hofgaard búði á Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var snikkari og hevði harumframt verið í Danmark og lært til arkitekt.
Johan teknaði og bygdi fleiri stór hús í Suðuroy. Mest kendur er hann fyri Vágs kirkju, ið hann teknaði, men hann hevur m.a. eisini teknað og bygt missiónshúsið á Tvøroyri.

Lærdi til timburmann
Alfred fór úr skúlanum 14 ára gamal í 1926, og fór tá at læra til timburmann hjá fosturpápanum, Johan. Hann hevði verkstað við fleiri maskinum í kjallaranum, og hevði nógv arbeiði ymsa staðni í Suðuroy. Johan átók sær eisini onkuntíð arbeiði norðanfjørðs.
Lærutíðin var tá eins og í dag 4 ár, men tá lærutíðin var liðug, fekst ikki nakað alment galdandi sveinabræv. Ábyrgdin lá øll hjá meistarunum, og meistarin skrivaði eisini lærubrævið. Og tað var bert á stórplássum, at lærlingar kundu fáa undirvísing ella ganga í ?tekniskum skúla". Hesir skúlar vóru allir kvøldskúlar. Á Tvøroyri undirvísti Johan Hofgaard lærlingunum um kvøldarnar.

Lønin var ?kost og logi"
Alfred fekk ikki tímaløn, meðan hann lærdi, hann fekk ?kost og logi", og tað varð roknað sum hansara lærlingaløn.
Alfred var m.a. í 1934-1935 við at byggja hús til Petur Mohr Dam á Tvøroyri. Til samanberingar kundu vit her nevnt, at hesi hús kostaðu 10.000 kr. at byggja. Tá var alt við, - eisini máling.

Alfred til Syðrugøtu
Meðan Alfred stóð í læru, og eftir at hann varð útlærdur í 1930, var nógv arbeiði í Suðuroynni, men í 1938 var so mikið lítið at gera, at hann gjørdi av at flyta til Syðrugøtu, har ein systir hansara búði. Og stutt eftir hetta fór hann til skips saman við svágrinum, sum var gøtumaður og átti í skipi.
Undir krígnum var onkuntíð arbeiði at gera fyri eingilskmenninar, og hann arbeiddi eisini eitt skifti fyri eingilskmenninar í Søldarfirði.

Á Tórshavnar Skipasmiðju
Í 1941 flutti Alfred til Havnar, og honum stóð tá í boði at fáa arbeiði sum timburmaður á Tórshavnar Skipasmiðju. Men tá vóru viðurskiftini soleiðis, at hann slapp ikki til arbeiðis á Skipasmiðjuni, fyrr enn hann hevði søkt um limaskap í Havnar Arbeiðsmannafelag, og nevnd felagsins hevði játtað honum limaskap.
Í Havn búði hann fyrstu tíðina á Sjómansheiminum.
Alfred fann sær gentu, Borghild Husgaard, í Syðrugøtu. Tey vórðu gift 19. desember 1943.

Limur í Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Handverkarafelag varð ikki stovnað fyrr enn í 1950, og áðrenn Handverkarafelagið varð stovnað, vóru handverkarar limir í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Handverkaralønin var tá ein partur av sáttmálanum hjá Arbeiðsmannafelagnum. Um hetta mundið fingu handverkarar 5 oyru meira um tíman enn arbeiðsmenn, og seinni 10 oyru.

Tømrernes Fagafdeling
Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Hans Thomsen skrivar í bókini ?Havnar Arbeiðsmannafelag í 75 ár", um ein fund 29. oktober 1916: Sum tað skilst á lagnum, vóru limir Havnar Arbeiðsmannafelags hesa fyrstu tíðina ikki einans arbeiðsmenn, men eisini handverkarar av ymiskum slagi: timburmenn, bakarar, prentarar o.s.fr., og nú arbeiðsmenninir høvdu fingið trýst tímalønina upp í 40 oyru, vóru teir farnir upp um timburmenninir í løn. Av hesum sama bóðu timburmenninir Hans Jacob Poulsen (Vestmanna Hans Jakku), Victor Carlsen (Victor í Pætursastovu) og Niels F. Olsen (Niels í Dali) um fund við felagsnevndina. Á hesum fundi, ið varð hildin 29.okt. 1916, varð avgjørt at stovna eina deild fyri timburmenn ella eina ?Tømrernes Fagafdeling inden for Havnar Arbeiðsmannafelag".


Fleiri deildir
Av tí at timburdeildin einans fevndi um timburfakið, og handverkini gjørdust fleiri, vórðu seinni stovnaðar aðrar deildir, t.d. ein bildeild.
Hesar deildir høvdu heimild til sjálvar at samráðast um síni lønarviðurskifti, men skuldu sáttmálar teirra altíð góðkennast av Havnar Arbeiðsmannafelag, eins og limir teirra, umframt at lata limagjald til sína egnu deild, eisini skuldu gjalda til Arbeiðsmannafelagið.

Alfred í Handverkaranevnd
Í áðurnevndu bók skrivar Hans Thomsen eisini soleiðis: ?Vit hava nevnt um eina deild, sum timburmenninir fingu sær innan fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, men hetta hevur helst ikki verið nóg mikið, tí har vóru nú so mong onnur sløg av handverkarum vorðnir limir. Hesir handverkarar høvdu til henda aðalfund (27. febr. 1947) gjørt hetta uppskot:
?Teir innan Arbeiðsmannafelagið standandi handverkarar avgera sjálvir teirra fakligu viðurskifti. Tó skulu allar hesar viðgerðir fyri at vera gyldugar, góðkennast av stjórnini."
Tá hetta uppskot varð samtykt, vórðu hesir valdir inn í Handverkaranevndina: Jacob Øster Vágsheyg, Cornelius Reinert, Stig G. Rasmusen, Magnus Mortensen og Alfred Hofgaard."

Havnar Handverkarafelag
Henda skipan hevur kortini ikki verið nøktandi í longdini, og tí verður í brævi seinni sagt Arbeiðsmannafelagnum frá, at handverkararnir ynskja at siga seg leysar av Havnar Arbeiðsmannafelag frá 1. januar 1950 at rokna.
Um somu tíð vóru handverkarar bodnir til fund í Losjuni 12. februar 1950 kl. 13. Á hesum fundi varð Havnar Handverkarafelag stovnað, og fyrsta nevnd felagsins vald.
Á hesum fundi varð Alfred Hofgaard valdur í nevnd felagsins, og varð afturvaldur øll árini, til hann í 1988 legði frá sær vegna aldur.
Alfred var eisini við, tá Føroya Handverkarafelag varð stovnað. Hann varð valdur í nevndina í Føroya Handverkarafelag, og var formaður árini 1959 til 1965 og frá 1971 til 1974 ár.

Snikkari hjá Zakarias Bech
Í 1946 fekk Alfred arbeiði á snikkaraverkstaðnum hjá Zakarias Bech, Yviri við Strond í Havn, og arbeiddi har sum snikkari í samfull 38 ár, frá 1946 til 1984. So verkstaðið hjá Zakarias Bech hevur uttan iva verið eitt sera gott arbeiðspláss.

Heiðurslimur og heiðursbræv
18. desember 1986 fekk Alfred heiðursbræv frá Havnar Handverkarafelag. Á heiðursbrævinum stendur:
Harra Alfred Hofgaard
Við hesum verður gjørt tær kunnugt, at nevndin einmælt hevur samtykt at gera teg til heiðurslim.
Tøkk fyri títt dygdargóða arbeiði fyri felagið og handverkið sum heild.
Havnar Hanverkarafelag loyvir sær at endurtaka hesa tøkk og vísa á, hvussu stóran týdning Alfred Hofgaard hevur havt fyri felagið og føroyskt handverk sum heild.
Ærað veri minnið um Alfred Hofgaard.

Havnar Handverkarafelag