Alfred og Karsten kunnu vænta broytingar

Sambandsflokkurin hevur nú heitt á Løgtingið um at velja tingnevndirnar av nýggjum

Sambandsflokkurin vil nú hava at nevndirnar hjá Løgtingum verða valdar av nýggjum.

Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins hevur fyri´løtu síðani skrivað Løgtinginum bræv, har hann heitir á Løgtingið um at samtykkja at velja tingnevndirnar av nýggjum.

Løgtingið skal so atkvøða um málið.

Kaj Leo Johannesen vísir á, at broytingar eru gjørdar í samgonguni síðani hon varð skipað og tí heldur hann at tað er frægast at velja tingnevndingar av nýggjum.

Her sipar hann til, at Alfred Olsen er hevur boðað frá, at hann stuðlar ikki samgonguna longur.

Hinvegin fær hetta helst eisini avleiðingar fyri Karsten Hansen, sum er farin úr Tjóðveldisflokkinum, upp í Miðflokkinum. Men hann umboðar framvegis Tjóðveldisflokkin í fíggjarnevndini og í Landsstýrismálanevndini