Ólavur Petersen
ois@petersen.mail.dk
Tá Jóhan Dahl bjóðaði Kaj Leo Johannesen av um formanssessin í Sambandsflokkinum, skrivaði Dimma í leiðara sínum, at um Jóhan verður formaður, so fær Sambandsflokkurin ikki arbeiðsnáðir at føra politik, tí hansara døkka fortíð fer at verða drigin fram í ljósmála hvørja ferð avgerandi politiskar avgerðir skulu takast.
Nú Jóhan Dahl stillar upp sum næstformaður í flokkinum skyldar blaðstjórn Dimmalættingar føroyska fólkinum, og ikki minst limum Sambandsfloksins, hvørja vitan Dimma hevur um fortíð Jóhan Dahls, sum ger, at hann heldur ikki skal veljast í næstformanssessin í flokkinum.
Tað sum órógvar allarmest er tann kuldi og kynisma, sum hevur tikið valdið í Sambandsflokkinum.
Sum skilst verður Alfred Olsen ikki lagdur á vektskálina á landsfundinum í Sambandsflokkinum komandi vikuskifti vegna tvørrandi politiskan førleika, men av teim avleiðingum, sum persónurin Alfred mátti taka í sambandi við løtingsviðtøkuna av broytingum í revsilógini, sum stríddu so harðliga móti tí grundstøði, sum hann hevur bygt sítt lív á.
Eg fari at minna landsfundin hjá Sambandsflokkinum á, at tað er Alfred Olsen fyri Sambandsflokkin sum eigur undirskrivtina sum er grundarlagið fyri, hvat henda samgongan hevur sett sær fyri at røkka.
Tað fer at pína Alfred restina av hansara lívi, at ein løgtingssamgonga sum hann hevur fingið upp at standa, er farin inn á umráði, sum hjá honum er alveldi, sum hann og lóggávuvaldið einki hava við at gera. Út frá hesum skal hansara avgerð skiljast, og tað er einki sum forðar honum at vera eins góður ella vánaligur næstformaður sum undan atkvøðugreiðsluna um revsilógina.
Tvørturímóti fer hann nú, uttan nevndarsessir, at hava nógv betri tíð at røkja sínar leiðsluuppgávur.
Sambandsflokkurin sigur seg hava fríttstillað sínar limir í etiskum spurningum.
Spennandi at síggja um hægsti myndugleiki Sambandsfloksins, aðalfundurin, fer at fáa meiriluta fyri at einki etiskt/moralskt mark er fyri, hvør ið settur verður í Sambandsfloksins leiðslu og harvið er valevni til landsins hægstu politisku umsiting.
Jóhan Dahl sigur Kaj Leo Johannesen hava brúk fyri einum góðum bakki, - til hetta verjuspælið bjóðar hann seg fram til.
Ein kreativur miðvallarspælari hjá Tjóðveldisflokkinum spældi herfyri ein bólt fram í verjuna hjá Sambandsflokkinum.
Teir kulturradikalu í miðverjuni hjá Sambandsflokkinum lótu bóltin fara framvið, men bakkurin Jóhan Dahl steðgaði bóltinum, hugsaði um støðuna eina løtu og legði so bóltin í Sambandsmálið. Málmaðurin Kaj Leo Johannesen gjørdi sum kunnugt einki fyri at bjarga bóltinum.
Jóhan Dahl hevur fyri ári síðan sagt, at um stutta tíð eru flokkarnir báðir, Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin, búnir til at fara í samarbeiði saman.
Jóhan hevur góðar royndir av samarbeiðnum millum Tjóðveldis-, Javnaðar og Sambandsflokkin í Vági.
So spurningurin á aðalfundinum er um óhumskan í Vági skal staðfestast at vera galdandi fyri landið alt.
Eg skal enda við at endurgeva søgumannin og samfelagskjakaran David Gress: “Mit livssyn er en kombination af et kristent og liberalt livssyn. Vi kan ikke nøjes med en liberalisme, der kun fokuserer på menneskelige, materielle og økonomiske sider, for mennesket er mere end det. Jeg er liberalist, fordi jeg ser friheden som en kvalitet i ethvert samfund, og i livet i det hele taget, men det er vigtigt, at denne frihedstænkning udfyldes med en åndelig dimension. Når liberalismen bliver gjort til blot mere eller mindre rådighed over sine penge, bliver det for mig en karikatur af liberalismen. Vi er nødt til at gå dybere med tingene: Økonomi er vigtig, men hvorfor? Hvis vi ikke har den åndlige dimension med, så ender vi i en tyrannisk ideologi.”
Omanfyrinevnda endurgeving av D.G. er í tráð við sambandsfólk, soleiðis sum eg lærdi tey at kenna frá barni av.
Verður tyranniið staðfest við at velja Jóhan Dahl í leiðslu floksins, so er flokkurin har sum Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin eru frammanundan.
Har verður flokkurin, sum frálíður, stóri taparin.