Sagt verður, at altjóða útboðið av laksi í 2014 verður mett at økjast við 4-6%. Grundað á søgulig tøl er laksamarknaðurin í javnvág, tá ið útboðið økist við 6-8% um árið, og hetta bendir, saman við meðal NOS prísinum (keypsprísur spot hjá óheftum útflytarum frá alara) í 2013 á 39,07 norskar krónur fyri hvørt kilo, á laksaprísir á sama støði sum í 2013 í meðal.
Av tí at útboðið av laksi væntandi verður lágt fyrstu hálvu av 2014, verður mett, at marknaðurin verður tepur, meðan meira laksur verður tikin í aðru hálvu, sigur Bakkafrost. Føroyski alirisin væntar at selja umleið 55% av tiknu nøgdini av laksi á spotmarknaðinum í 2014 og umleið 45% sum virkaðar vørur.
Meiri smolt
Útlitini hjá aligeiranum eru góð, og lívfrøðiliga
støðan er góð. Bakkafrost væntar at taka umleið 45.000 – 48.000 tons í kruvdari vekt í 2014, og Faroe Farming, sum Bakkafrost eigur 49% í, væntar at taka umleið 5.000 tons í 2014.
Talið av smolti, ið verður útsett, er ein av lyklafyritreytunum at spáa um framtíðar framleiðslu hjá samtakinum. Bakkafrost væntar at seta 11,6 mió smolt út í 2014, sum skal samanberast talið, ið varð útsett í 2012, tá ið 10,7 mió smolt vórðu útsett. Somu aliøki eru tøk at seta smolt út á í 2014 sum í 2012. Tí er 2014 sambæriligt við 2012.
Bakkafrost hevur gjørt íløgur fyri 53 mió. krónur í eina nýggja smoltstøð, sum fer undir framleiðslu fyrra hálvár 2014. Eftir tað verður Bakkafrost sjálvbjargið við smolti, stendur í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram á aðalfundi felagsins í gjár.