Alkohol og bátur hoyra ikki saman

Bátastevnan hevur í ár valt at lata Norðoyar Bjargingarfelagið eina gávu. Gávan er eitt alkometur, sum teir kunnu nýta í sínum arbeiði.

 

Tað skrivar Bátastevnan í Vestmanna á Facebook.

 

– Norðoyar Bjargingarfelag hevur tey mongu seinastu árini verið garantur fyri trygdini á Bátastevnuni, meðan øll onnur hugna sær. Teir eru altíð til at heita á, eru fyrikommandi og vísa ein sera proffesionellan atburð til trygd á sjónum og á bryggjukantinum. Bátastevnan vil takka teimum fyri teirra megnar innsats og vóna, at hettar samstarv kann halda fram nógv ár framyvir, skrivar Bátastevnan.