Alkoholtrupulleikar í uppvøkstri

Í september fær Stuð­uls­fel­ag­ið fyri Heilbrigdi vitjan av Krist­inu Hermann úr Dan­mark, sum er Cand. Psych. og psyk­o­te­r­apeut. Hon hev­ur holl­ar royndir inn­an við­gerð fyri avvarandi hjá alkoholikarum.

Í annaðkvøld heldur hon fyr­i­lestur í hølunum hjá Starvs­­mann­a­fel­ag­num um fólk, sum eru vaks­in upp í familju við alk­o­holøtrup­ul­leik­um.

At vaksa upp í eini familju, har alk­o­hol ella onn­ur rús­evni valda, kann elva til nógv­ar ymiskar trupulleikar, bæði í barnaárunum og ung­dóms­ár­u­num; men ikki minst seinni í lívinum.
Kristina Hermann kemur úr Danmark. Hon er Cand. Psych og psyko-terapeutur og hon hevur hollar royndir inn­an viðgerð fyri avvarðandi hjá alkoholikarum.

Fyrilesturin vil lýsa teir mest vanligu trupulleikarnar, ein kann hava sum vaksin. All­ar vísindaligar kanningar skjal­prógva, at børn, ið vaksa upp í eini familju við slíkum bind­ing­um, hava eitt lágt sjálvs­virði, duga illa at hava um­sorgan fyri sær sjálvum, men eru alt ov trúgv og um­hygg­in mótvegis øðrum. Tey kunnu hava trupulleikar við at knýta seg seg til onnur og at hava tætt samband við onnur menniskju. Tey kunnu bera seg ógvusliga at kenslu­liga, tá ið tey kenna seg svik­in og í sambandi við at taka í móti atfinningum. Tey kunnu hava fatan av, at tey skul­u klára alt sjálvi, tá ið tey hava mótgongd í lívinum, og kenna seg virðisleys fyri øðrum. Tey flestu, sum eru vaksin upp í heimum við slíkum trupulleikum, hava í størri ella minni mát ment »pínukropsatburð«.