Hvørt ár skipar UEFA fyri dysti, har endamálið er at savna pening til menningar- og neyðhjálp.
Í ár verður dysturin spældur í Lissabon tann 25. januar, og ágóðin av tiltakinum fer hesaferð til neyðhjálp á Haiti.
Franski Zinedine Zidane og brasilski Ronaldo hava savnað ein hóp av stjørnum saman, og fyribils telur listin hesi nøvn úr fótbóltsheiminum:
Akwá (Angola), Kaká, Marcelo og Luciano da Silva (Brasilia), Pavel Nedved (Kekkia), Michael Laudrup (Danmark), Alfredo Esteves (Eysturtimor), Graeme Le Saux (Ongland), Zinedine Zidane, Fabien Barthez og Christophe Dugarry (Frakland), Jean Sony og Joseph Peterson (Haiti), Baichung Bhutia (India), Edgar Davids og Phillip Cocu (Holland), Luís Figo, Fernando Couto og Pauleta (Portugal), Gheorghe Hagi og Gheorghe Popescu (Rumenia), Lucas Radebe (Suðurafrika) og Fernando Hierro (Spania).