All That Rain: Vit eru ikki Kjølar, og vit eru ikki favorittar

Tey flestu tykjast samd um, at All That Rain eru favorittar at vinna finaluna - uttan All That Rain sjálvir. Vit hava spurt einasta mannin, sum hevur verið við í øllum Prix finalum higartil, trummuspælaran Henning Nicodemussen, um hvussu tað er at standa á pallinum við einum favoritstempli í pannuni og einum spøkilsi í halanum.

 

Hví eita tit ikki Kjølar longur?

? Tí vit eru ikki Kjølar. Vit eru All That Rain nú. Vit valdu at lata hin bólkin fara, tá sangarin fór, og ístaðin byrja av nýggjum. Vit hava roynt sum frægast at leggja nýggjar linjur og ikki at spæla so nógv løg hjá Kjølum, og nú hava vit næstan bara heilt nýggj løg. Og vit halda sjálvir at tað er stórur munur millum All That Rain og Kjølum.

Hvat er so tykkara samband við Kjølar?

? Vit vilja øgiliga gjarna sleppa undan at verða kallaðir Kjølar, og vit vilja eisini sleppa av við at hava »við manning úr Kjølum« heft at All That Rain. Men tað tykist sum fólk hava ringt við at skyna ímillum. Onkur hevur enntá skrivað, at All That Rain bleiv nummar tvey á Prix finaluni í 1999. Tá var bólkurin ikki til. Og enn eru tað nógv, ið spyrja, nær Kjølar fara aftur at spæla. Tey hava ikki fatað, at Kjølar er altso farið í søguna og kemur ikki aftur. Kjølar hevur gjørt sítt.

Tey flestu meta All That Rain at vera favorittar, og tit vita tað. Pressar tað tykkum?

? Nei, men tað irriterar okkum. Vit halda yvirhøvur ikki at vit á nakran hátt eru favorittar. Vit ganga ikki við nøsini í himlinum og halda okkum vera nakað serligt. Vit eru einki. Nakrir fáir føroyingar vita hvørjir vit eru, men uttan fyri Føroyar veit eingin um okkum. So vit føla okkum ikki pressaðar at vinna. Vit vilja bara gera eitt gott show á finaluni.

Hava tit enn ein dreym um at gerast kendir uttanlands?

? Ja, tað hava vit. Um vit megna tað nakrantíð er ein stórur spurningur. Men vit kundu allir tríggir øgiliga væl hugsað okkum at roynt at liva av tónleikinum. Prix Føroyar síggja vit sum eitt gott møguligt springbretti til at føra tann dreymin út í lívið.

Tit eru allir royndir tónleikarar, onkur vildi sagt gamlar rottur, ikki minst í Prix-finalu høpi. Hvussu hava tit tað við tí?

? Vit halda, at vit eru øgiliga feskir. Vit eru All That Rain, sum er við á Prix finaluni fyri fyrstu ferð. Vit hava allir verið við fyrr, men ikki sum All That Rain. Eg haldi at tað er býtt av fólki at irriterast um, at tað eru rutineraðir bólkar við í Prix Føroyum. Onkur hevur enntá sagt við okkum, at tað er órættvíst at vit eru við. Kappingin skal finna ein ella fleiri bólkar, sum skulu umboða Føroyar uttanlands, og tá nyttar tað einki at senda ein hálvvánaligan nýbyrjarabólk avstað. Tað ræður um at finna tann besta vit hava.

Hvat er málið á finaluni?

? At fólk skulu dáma okkara framførslu. Eg vil nógv heldur gerast nummar tvey og hoyra fólk siga, at vit burdu vunnið, enn at vinna og hoyra fyri at vit ikki burdu vunnið. Men tað hevði verið feitt at sloppið við á onkran festival í Danmark.