?All the Lost Souls? ikki so nógv seld

Nýggja fløgan hjá James Blunt selur ikki so nógv sum væntað. James Blunt hevði helst ikki væntað, at nýggja føga sín ?All the Lost Souls? fór at selja eins nógv sum fyrsta fløgan gjørdi. Allíkavæl er tað yvirraskandi, at ?All the Lost Souls? einans hevur selt 3600 fløgur uppá eina viku í Danmark.

 

Hóast sjónvarps lýsingar liggur Blunt einans sum nummar 7 í Danmark. Men handlarnir mugu trúgva uppá hann, tí teir hava bílagt yvir 15.000 fløgur.

 

Fyrsta fløga hansara seldi 12 milliónir um alla verðina og 125.000 í Danmark. ?All the Lost Souls liggur tó nummar 1 í Stórabretlandi.