Allan hevur gjørt tvey ára sáttmála við Val

Aftaná fimm kappingarár við KA Akureyri flytur Allan Norðberg til Reykjavíkar

Leysasøgurnar sendu Allan Norðberg til Afturelding, men í dag boðaði høvuðsstaðarfelagið, Valur frá, at teir hava gjørt tvey ára sáttmála við 29 ára gamla landsliðsleikaran.

 

Allan kom til KA Akureyri úr StÍF í 2018, og hevur aftaná fimm ár við KA valt nýggjar leiðir í íslendskum hondbólti.

 

Valur vann seg í áttandapartsfinalurnar í European League í undanfarna kappingarári. Valur er eitt væl størri felag enn KA, so talan er um eitt stig framá á yrkisleiðini hjá Allani.