BRIDGE
Komandi vikuskifti verða trý umfør í FM-liðkappingini fyri 1. og 2. deild leikt. Spælt verður í handilsskúlanum á Kambsdali, og byrjað verður kl 19:30 fríggjakvøldið.
Spenningurin í 1. deild undan komandi vikuskifti er ikki tann stóri, hetta tí at liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur lagt seg væl á odda. Liðið hjá Boga Simonsen má taka annað skinn um bak, skulu teir geva oddaliðnum nakra mótstøðu.
Liðið hjá Allan Dal Christiansen, umframt Allan sjálvan:
Magni Jøkladal
Jóannes Mouritsen
Heðin Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr
Per Kallsberg
Støðan í 1.deild
123456Sum
1Allan Dal-Christiansen21232569
2Bogi Simonsen13201649
3Dia Jacobsen9151236
4Jóna Grunnveit1715941
5Jórun Johannesen7102138
6HH Bókhald2141834
Kappingin í 2.deild er sera spennandi og jøvn, nærum øll liðini hava møguleika fyri at
vinna deildina, tó kann væntast, at kappingin kemur at standa millum tey trý liðini, ið longu nú hava lagt seg á odda. Liðið hjá Óla Holm er komið best frá byrjan, og kunna teir aftur fáa eitt lið úr suðuri í bestu deildina.
Støðan í 2.deild
12345678Sum
1Hallur Ellingsgaard182556
2Danny Danielsen023124
3Gunnar Mouritsen17221352
4Marita Krosstein914831
5Oli Holm21181857
6Raimund Langgaard8161236
7Eydun S. Olsen7172246
8Sámal Pauli Johannesen0251237
Landsliðsvenjing
Venjingin til EM, sum verður á Malmø í summar er nú av álvara farin í gongd. Tað er ein av okkara royndu leikarum Rói á Rógvu Joensen, sum er venjari. Bruttu hópurin til liðið sær soleiðis út:
Bogi Simonsen - Símin Lassaberg
Heðin Mouritsen ? Jóannes Mouritsen
Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr
Arne Mikkelsen ? Pól Egholm
Teri báðu síðstnevndu eru lesandi í Danmark, men góðu samskiftismøguleikarnir, ið ein hevur um alnetið, hava gjørt tað gjørligt hjá teimum báðum at verða við í bruttu hópinum. Liðið, sum kemur at umboða Føroyar verður úttikið um 1.mars 2004.
Hetta spælið er frá einum landsliðsvenjingardysti. Eg/Tú situr Eystan og hevur hesa hondina, allir í hætti:
Sp B
Hj -
Rú K8752
Kl KDB8765
Norðan opnar við 1sp, hvat meldar tú?
Eg haldi at besta melið er 5kl, men tað eru tað helst fleiri, sum eru ósamd við mær í. Sunnan doblar fyri at vísa, at hann hevur góð kort. Norðan kennur seg nú kroystan við hesari hondini:
Sp EK109876
Hj 987
Rú ED9
Kl -
Norðan valdi at melda 6kl, ið vísir renonce í kleyvara og biðir makkarin velja millum rút og hjart. Suður valdi at melda 6 hj, sum vestan doblaði.
Hetta var ikki júst tað, ið sunnan hevði hugsað sær, tá ið hann doblaði 5 kl, tí hann sat við:
Sp -
Hj KB54
Rú B42
Kl E109742
Tá ið roykurin hevði lagt seg fekk suður 6 stikk í 6 hjD til 1700 út.
Við hitt borðið spældi eystan 3klD og fekk 6 stikk og 800 út. Ein dubultdekkari uppá 2500!!
FM-Blandapør
Leygardagin 22.nov verður skipað fyri árligu FM kappingini í Bridge fyri blandað pør. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn og byrjað verður kl:14:00. Tilmelding hjá Róa á Rógvu Joensen á 319419 ella í Bridgehúsinum í Havn.