Allan og Nicholas taptu fyrsta dystin í kappingini

Ein vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur fyri KA

Føroyingaliðið, KA fekk eina vánaliga byrjan uppá kappingina í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti.

 

KA tapti í kvøld greitt 21-27 fyri Haukum á útivølli.

 

Í fyrra hálvleiki hilnaðist betur hjá KA. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11. Í seinna hálvleiki áttu Haukar greitt munin.

 

Allan Norðberg skoraði tvey mál uppá sjey málroyndir. Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas var noteraður fyri 10 bjargingar.

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð á Akureyri, tá KA tekur móti ÍBV, sum er liðið hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus.