Harður streymur og vánalig veðurútlit

- Tí er ikki væntandi, at nakar serligur útróður verður hesa vikuna

 

Í løtuni fiska sjey frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og trý fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Væntandi kemur okkurt frystilínuskip inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Ísfiskalínuskipið liggur, men fer útaftur, tá veðrið batnar.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður, men batnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður vánaligt so at siga alla vikuna. Tí er ikki væntandi, at nakar serligur útróður verður, verður lagt aftrat.