Aftaná nøkur ár við KA Akureyri spælir Allan Norðberg nú við høvuðsstaðarfelagnum, Vali.
Allan og liðfelagarnir settu skjøtil á kappingarárið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við heimadysti móti Víkingi ígjárakvøldi.
Valur vann stórsigur 35-26. Í steðginum var Valur á odda 17-10.
Allan gjørdist við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Vali, og fekk sostatt eina góða byrjan í fyrsta kappingardystinum fyri Val.
Komandi mánakvøld hevur Valur aftur heimadyst. Hesaferð móti FH.