Tað ljóðar fyri vist, at Javnaðarflokkurin verður koyrdur úr samgonguni.
Tað hevur staðið á gomlum nøglum í samstarvinum í samgonguni. Serliga hevur tað verið málið um Berg Robert Dam Jensen, sum hevur verið lagdur undir at hava verið ógegnigur í málinum um eldradepilin í Kollafirði.
Seinasti býráðsfundur í Havn endaði í ruðuleika, tá andstøðan rýmdi av fundi. Tá reistust eisini Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen úr sæti, soleiðis at býráðið ikki var viðtøkuført.
Lesið eisini: Sjey fóru av fundi tá býráðið skuldi taka støðu til gegnið hjá Bergi
Sambært kommunulógini, so eru borgarstjórar valdir fyri alt valskeiðið. Tað merkir, at Elsa Berg kann ikki koppast sum borgarstjóri, sjálvt um hon skuldi endað uttan fyri eina samgongu. Men tá hevði hon ikki havt ein meiriluta aftan fyri seg. Men fær hon nú Kommunulistan ella Fólkaflokkin upp í samgonguna, so hevur samgongan meiriluta.
Tjóðveldi hevur 4, Javnaðarflokkurin 3 og Borgaralistin 1. Samgongan hevur sostatt 8 av 13. Fer Javnaðarflokkurin úr, resta 2 atkvøður. Tær kann tað, ið eftir er av samgonguni, fáa við annaðhvørt at fáa Fólkaflokkin ella Kommunulistan upp i samgonguna.