Allan Simonsen fer komandi árini at hava sama setningin at røkja, sum hann hevur havt tey átta árini, hann hevur verið landsliðsvenjari í Føroyum.
Tað er skil í tingunum hjá Allani. Fyrst varð tað kunngjørt, at hann ikki fór at halda fram í Føroyum, so var hann í Føroyum og segði farvæl, og tá hann var gott og væl komin aftur til Danmarkar, vórðu tíðindini mánakvøldið almenn um, at nú verður Allan Simonsen landsliðsvenjari hjá Luksemborg.
Í Luksemborg skal Allan Simonsen loysa Paul Phillip av. Hann er ættaður úr Luksemborg og hevur havt venjarastarvið í 17 ár. Tað er heimsmet fyri allar teir venjararnar, sum nú hava ábyrgdina av landsliðum.
Tá Luksemborg 1. september í ódnarveðri tapti 1?0 á Svangaskarði, var Paul Phillip illa hýrdur. Tá fregnaðust tíðindamenninir hjá Luksemborg fyri at vita, hvussu nógv Allan Simonsen fekk í løn. Teir vistu at siga, at teirra venjari fekk meiri enn tvær ferðir so nógv, sum venjarin hjá føroyska liðnum, og tað er nevyan sannlíkt, at Allan Simonsen er verri løntur, enn nú fyrrverandi venjarin hjá Luksemborg var.
Royndur sum fáur
Tað er ein venjari við ógvuliga nógvum altjóða royndum, sum Luksemborg nú hevur fingið. Allan Simonsen stóð á odda fyri føroyska landsliðnum í 52 dystum. Allan Simonsen er í DBU skrásettur at hava spælt 56 landsdystir og at hava skorað 21 mál. Men hetta er ikki heilt rætta talið. DBU gjørdi í síni tíð av, at ein dystur, sum Allan Simonsen spældi á einum europeiskum úrvalsliði ímóti italska landsliðnum, skuldi telja sum landsdystur. Dysturin varð spældur 25. februar í 1981 á olympiska leikvøllinum í Rom. Inntøkan fór til tey í Italia, sum um hetta mundið vóru rakt av jarðskjálvta. Europa liðið vann 3?0, og Allan Simonsen skoraði eftir 33 minuttir fyrsta málið.
Umframt at hava verið landsliðsvenjari og at hava verið landsliðsspælari, so hevur nýggi venjarin hjá Luksemborg so nógvar royndir sum nakar frá altjóða dystum fyri lið ? fyrst og fremst frá teimum trimum Europa Cup kappingunum (meistarar, steypavinnarar og UEFA).
Sami setningur
Tað hevur verið nevnt fleiri ferðir, at nú skuldi Allan Simonsen royna størri avbjóðingar. Men fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin hevur valt eina avbjóðing, sum er akkurát tann sama sum tann, ið hann nú hevur sagt farvæl til.
Luksemborg telist millum minstu fótbóltstjóðirnar í Europa. Úrslitini hjá teimum hava tey seinastu árini verið lakari, enn tey hjá Føroyum hava verið. Men tað hava verið onkrir glottar, t. d. tá teir í HM undankappingini taptu 2?1 á heimavølli ímóti Russlandi.
Krøvini til Allan Simonsen verða, at hann skal útinna somu uppgávu, sum hann hevur gjørt í Føroyum. Í Føroyum hevur hann víst seg hava havt hegni til hetta. Um tað ikki eydnast á sama hátt í Luksemborg, so verður trýstið á venjaranum ikki so stórt, sum tað verður á spælarunum og teimum, sum hava ábyrgdina av karmunum kring landsliðið. Tað hevur Allan Simonsen neyvan nakað ímóti, tí hann er frá tíðini í Borrusia Mönchen Gladbach og serliga Barcelona mettaður av trýsti frá øllum síðum.
Føroyingar kunnu ikki annað enn ynskja Allani Simonsen alt tað besta í nýggju avbjóðingini. Eftir at UEFA hevur flokkað europeisku tjóðirnar til EM undankappingar lutakastið er tað ikki serliga sannlíkt, at Føroyar og Luksemborg aftur koma í bólk saman. Men nú mátti tað ligið væl fyri hjá Fótbóltssambandinum at fingið avtalu um vinadystir millum Luksemborg og Føroyar ? á heimavølli og útivølli. Men tað kann sjálvsagt ikki gerast, fyrrenn FSF hevur gjørt avtalu við ein nýggjan landsliðsvenjara.
Kenslurnar gera
ikki mannin minni
Farvæl samkoman saman við Allani Simonsen fríggjadagin gjørdist ivaleyst meiri kensluborin, enn nakar hevði ímyndað sær. Tá ein spælari frá átjan ára aldri og í sjey ár hevur verið skúlaður í Týskalandi, so er nærliggjandi at hugsa sær, at alt, sum eitur kenslur, er programmerað burtur.
Fríggjadagin sást, at soleiðis er tað ikki hjá Allani Simonsen, og tað ger hann ikki til minni mann ? í hvussu so er ikki í eygunum á føroyingum.
Fimtan ára gamalt minni
Hetta var ikki fyrsta ferðin, at kenslurnar fóru við Allani Simonsen í farvæl støðu.
Eftir at hann í fyrsta dystinum í EM endaspælinum í Fraklandi í 1984 hevði brotið beinið, megnaði Allan Simonsen ikki at endurvinna sjálvsagda plássið á landsliðnum hjá Sepp Piontek, men hann var við í danska hópinum í HM endaspælinum í Meksiko í 1986. Eftir heimkomuna var greitt, at Allan ikki skuldi halda fram á landsliðnum.
Hann fekk kortini høvi at siga farvæl í Ítróttarparkini í Keypmannahavn, sum tað tá kallaðist, og tað gjørdist ein kenslurík løta.
Mótstøðuliðið var Vesturtýskaland, sum vann 2?0. Undan dystarbyrjan stóð Allan Simonsen saman við liðfeløgunum ? millum teirra vóru m. a. núverandi venjararnir hjá Danmark Morten Olsen og Michael Laudrup ? og lurtaði, meðan 43.000 áskoðarar sungu tjóðsangin.
At tað yvirhøvur kom fram, hvat bylgdist í Allani Simonsen hesa løtuna, syrgdi ein myndamaður hjá Politiken fyri. Hann var eitt sindur seinur til dystin. Tá hann setti fótin inn á vøllin, fóru teir at syngja tjóðsangin, so hann noyddist at standa stillur. Hann setti myndatólið við størstu linsuni fyri eygað og smekkaði til. Úrslitið fór kring allan heimin. Talan var um nærmynd av Allani Simonsen, og klokkuklár sóust tárini í eygnakrókunum.
Myndin varð kosin besta pressumyndin í 1986, og hon gjørdist eisini kend uttanfyri Danmark. Allan spældi 21 minuttir, so varð hann skiftur út við John Eriksen. Lógvabrestirnir dundu omanyvir grasvøllin, og Allan Simonsen var ógvuliga rørdur.
Um myndirnar og upptøkurnar í ÍSF húsinum síðsta fríggjadag hava verið frammi uttanfyri føroysku landoddarnar, hava vit einki hoyrt um.
Men nú snýr tað seg um Luksemborg, og tað ynskja vit Allani Simonsen alt tað besta við!