Allan: Vit trívast best ímóti teimum stóru

Landsdystur: Landsliðsvenjarin helt, at tað enn eina ferð varð staðfest, at í aljtóða fótbólti hevur tað nógv at siga, um tú ert lítil ella stórur

? Avrikið í kvøld staðfesti enn eina ferð, at liðið hjá okkum stendur seg best, tá mótstøðuliðini eru stór og leypa á við nógvari styrki og stórum sjálvsáliti. Tað gevur okkum møguleika fyri at vera væl skipaðir í verjuni og at lúra eftir møguleikanum fyri snarálopum, og tað eydnaðist so mikið væl, at tað vóru vit, sum høvdu teir flestu stóru møguleikarnar, sjálvt um teir høvdu bóltin nógv tann størsta partin av tíðini.

Men tað hevur ikki eydnast serliga væl at skapa møguleikar á heimavølli í heyst?

? Trupulleikin er, at vit hava ikki spælararnar, sum megna at mynda spælið ímóti liðunum, sum eru eitt sindur veikari enn tey bestu. Vit sóu ímóti Íslandi, Estlandi og Litava, at teir komu til Føroya við tí hugburðinum, at tað vóru vit, sum skuldu mynda spælið, vit royndu, men tað eydnaðist ikki serliga væl.

Ætlar tú at gera nakað við hetta?

? Vit mugu arbeiða miðvíst við at betra um hetta, og tað hevur við typurnar av spælarum at gera, so hetta er nakað, ið ikki verður broytt frá degi og til dags.


Luturin hjá

teimum smáu

Í Prag vóru fyritreytirnar góðar, og venjarin duldi ikki, at hann var framúr væl nøgdur við avrikið:

? Eg iðri meg um, at vit ikki fingu eitt ella fleiri mál, tí vit høvdu møguleikar til tað. Hevði Todi Jónsson havt skorað nøkur mál í superliguni í heyst, so hevði hann kanska eisini havt skorað í dag. Skotið hjá honum, sum dúkkar og brestur í tvørtræið aftanfyri málverjan er framúr gott, og at stútarin fer á málverjan í staðin fyri í netið er aftur ein spurningur um marginalirnar.

Og hvar sigur tú um møguliga brotssparkið?

? Soleiðis sum eg sá tað, varð Todi tikin, og tí átti dómarin at havt bríkslað fyri brotssparkið, men tað gjørdi hann ikki, og eg haldi, at aftur í hesum førinum sóu vit, at tá tú ert lítil í altjóða fótbólti, so fært tú ikki altíð tað, sum tú eigur rætt til. Tað var ein øgiligur rómur á stadion, og tað hevði sjálvandi ávirkað rómin, um føroyingar so stutt undan leikloki høvdu javnað til 1?1.