Marjun Dalsgaard
?????
Lógaruppskotið, sum Anders Fogh Rasmussen legði fram beint eftir at fólkatingið kom saman aftur eftir valið, skuldi ikki verið komið so langt, var tað upp til ein breiðan meirluta av føroysku politikarunum. Hetta vistu danir - millum annað Per Stig Møller, ið var í Føroyum fyri stuttum, og tí kom tað helst óvart á løgmann, at forsætismálaráðharrin legði uppskotið fram aftur, sum var fallið burtur, tá fólkatingsvalið varð útskrivað.
- Tað kann henda, at eitt lógaruppskot, verður lagt fram aftur beinanvegin eftir, at tingið kemur saman aftur, og tí sendu vit bræv til forsætismálaráðharran, men burtursæð frá tí hava danir leingi vita, hvar vit stóðu, sigur Jóannes Ejdesgaard. Hann heldur ikki, at tað er rætt, tá Høgni Hoydal sigur seg hava gjørt vart við hetta leingi.
- Høgni Hoydal hevur sent eitt bræv til mín, sum er dagfest 14. januar, tríggjar dagar áðrenn eg sendi brævið til forsætismálaráðharran avstað. Áðrenn tað hevur hann ongantíð serstakt nevnt tann trupulleikan við lógini, sum liggur til grund fyri, at vit ikki vilja hava at lógin kemur fyri tingið nú - nevniliga, at Føroyar verða nevndar í lógini - Høgni hevur bert sagt, at hann var ímóti eini heimildalóg, sigur Jóannes Ejdesgaard.
Útseta viðgerðina
Hetta, at lógaruppskotið er lagt fyri tingið, merkir ikki, at allar súðir eru syftar.
- Vit kunnu fáa viðgerðina av lógaruppskotinum útsetta, so lógin ikki verður viðgjørd, fyrr enn vit hava eitt betur úrslit uppá pláss fyri Føroyar. At eitt lógaruppskot verður lagt fram, merkir ikki, at tað er samtykt, sigur løgmaður og leggur aftrat, at hann heldur, at tað er eitt sindur óheppið, at leggja seg í vegin fyri eini lóg, sum grønlendingar ynskja. Besta loysnin hevði helst verið um føroyingar og grønlendingar fingu somu sømdir, og tað kann enn lata seg gera.
- Hans Enoksen skrivaði til mín, at um føroyingar fáa eina betur loysn, vilja grønlendingar gjarna skriva broytingarnar inn í lógina viðvíkjandi Grønlandi, sigur Jóannes Ejdesgaard.
At lógaruppskotið fyri Grønland er komið fyri tingið í verandi líki kann tó vera eitt tekin um, at danir ikki eru sinnaðir at gera eina lóg við víðari heimildum enn tað, sum stendur í grønlendska uppskotin-um. Men hetta fer lands-stýrið ikki at góðtaka, sigur løgmaður.
- Fáa vit ikki eina betur loysn, enn hesa vit síggja í tí grønlendska uppskotin-um, verður eingin lóg gjørd, sigur hann. Ístaðin kunnu vit arbeiða eftir eini avtalu - ein avtala er ikki líka bindandi og kann toyggjast. Tað er soleiðis føroyingar hava fingið tað praksis, sum vit hava, sigur løgmaður. Hann heldur ikki, at lógaruppskotið fyri í Grønland í roynd og veru kann binda føroyingar - tó tað møguliga kann binda Grønland til at vera samt við okkum í sambandi við altjóða samráðingar.
Ikki bindandi
Hallgir W. Poulsen, serfrøðingur í fólkarætti heldur ikki at lógaruppskotið viðvíkjandi Grønlandi er bindandi fyri Føroyar.
- Tað er heilt burturvið, um ætlanin við lógini er at binda føroyingar til at vera samdir við grønlendingum, hvørja ferð bæði londini samráðast í altjóða høpi, ofta eru vit ósamd í samráðingum um fiskivinnu o.s.fr. sigur Hallgir W. Poulsen og leggur aftrat, at um tað er ætlanin við lógini mugu føroyingar gera dundrandi mótstøðu.
- Heimastýrislógin er ikki ein vanlig lóg, men ein politisk avtala - hana kanst tú ikki broyta við eini vanligari lóg uttan at spyrja føroyingar fyrst, og eg kann ikki ímynda mær, at tað er ætlanin við hesum, sigur hann. Hallgir W. Poulsen heldur sum heild ikki, at heimilardarlógin er nakað at rópa hurrá fyri.
- Hetta er ein løgin lóg - umfatar alt millum himmal og jørð, og eg dugi ikki at síggja, at hon gevur nakrar sømdir, sum vit ikki hava havt fyrr. Hann heldur ikki nakað standa í vegin fyri, at føroyingar fáa eina víðari heimildarlóg enn grønlendingar.
- Vit hava fyrr fingið betur úrslit við samráðingarborðið enn grønlendingar eitt nú í sambandi við undirgrundarmálið, og tað kunnu vit eisini fáa nú, sigur hann. Kortini vil hann ráða til at vera varin við at lóggeva á økinum.
- Vit hava eina skipan, sum hóast alt riggar, og um ein lóg ikki heilt greitt gevur víðari heimildir, skalt tú nokk vera varin við at lóggeva, sigur Hallgir W. Poulsen.