At landsstýrið nú ætlar at niðurleggja tvær útbúgvingar á Glasi við tí grundgeving, at tær ikki skulu vera førleikagevandi, fær ein at undrast. Allar útbúgvingar eru førleikagevandi – so ella so – ikki minst tær, sum ætlan er um at niðurleggja. Tá ið fólk fara undir útbúgving, nema tey sær lærdóm, sum gevur førleikar: til arbeiðslívið, samfelagslívið ella privatlívið. Um hesar útbúgvingar, sum ætlanin er at niðurleggja, ikki vóru førleikagevandi, hví eru tær so nakrantíð stovnaðar?
Er tað so, at onkur beint nú hevur funnið út av, at tær ikki eru førleikagevandi, er timingin ikki sørt margháttlig, tí júst nú verður fíggjarlógin smíðað.
Ella er tað so, at í leiting eftir sparingum, finna tey upp á, at hesar útbúgvingar ikki skulu vera førleikagevandi, er hetta ikki nøkur verulig grundgeving, men ein vánalig undanførsla.
Heilsan Olav











