Afturelding tapti fyri botnliði

Sveinur Olafsson og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

Mynd: Handkastið

Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding høvdu í kvøld dyst á heimavølli móti botnliðnum, Selfossi í Mosfellsbær í kvøld. 

 

Afturelding vóru stórir favorittar undan dystinum, men teir megnaðu ikki at liva upp til favorittleiklutin. Selfoss vann ein rættiliga óvæntaðan 29-28 sigur á Afturelding. Í steðginum var Afturelding á odda 17-14. Men í seinna hálvleiki gekk illa í hond.

 

Sveinur skoraði trý mál í dystinum. 

 

Afturelding er næstfremst í deildini við 15 stigum. Haukar eru fremst við 18 stigum. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 eru tað júst Haukar, ið koma á vitjan hjá Afturelding.

 

 

 

Mynd: Handkastið