Allende tók lívið av sær

Fyrrverandi kilski forsetin Salvador Allende beindi fyri sær sjálvum, tá hermenn, sum gjørdu uppreistur ímóti honum, komu inn á forsetaborgina í høvuðsstaðnum Santiago tann 11. september í 1973. Tað er niðurstøðan hjá serfrøðingum, sum hava kannað tær jarðisku leivdirnar av forsetanum.

-Niðurstøðan er tann sama, sum Allende-ættin longu er komin til, sigur dótturin Isabel Allende. Hon sigur, at pápi hennara valdi at taka lívið av sær heldur enn at verða eyðmýktur.

Viðhaldsfólk hjá Allende hava alla tíðina sagt, at forsetin beindi fyri sær, men fleiri vinstrasinnaðir leiðarar, teirra millum Fidel Castro, hava hildið uppá, at hermenninir skutu hann.

Tann vinstrasinnaði Salvador Allende varð valdur til forseta í Kili í 1970. Hann var 65 ára gamal, tá herurin gjørdi uppreistur ímóti honum.