Allir B68 spælararnir hava fingið lønina

Í kvøld hava tvíburar skrivað undir nýggjar sáttmálar, og í gjárkvøldið skrivaðu tveir verjuspælarar undir sáttmálar við B68

Felagið er í trongum fíggjarligum skóm, og spælararnir eiga rós fyri, at teir hava lyft stór tøk, hóast teir ikki hava fingið løn í fleiri mánaðir.

 

Soleiðis hevur Jákup á Borg venjari hjá B68 sagt, men nú er hetta søga.

 

Sosialurin skrivar í dag, at allir spælararnir í síðstu viku – vikuni undan steypafinaluni – fingu alla lønina, sum teir áttu til góða.

 

Í hesi vikuni hevur B68 boðað frá um fleiri spælarar, sum hava skrivað undir nýggja sáttmála við felagið.

 

##med2##

 

Í kvøld veit B68 at siga, at tvíburarnir Aleksandur og Bárður Ó. Jensen hava skrivað undir sáttmálar, sum bera við sær, at teir eisini í 2024 og 2025 fara at spæla við B68.

 

-Vit báðir eru sera spentir uppá tey 2 næstu árini við barndómsfelagnum og eru vísir í, at tað býr nógv meira í hesum evnaríka hópinum, siga Jensen tvíburarnir við B68 síðuna á facebook.

 

Teir hava í ár báðir verið vongverjar og miðvallarar, og Aleksandur Ó. Jensen, sum er liðformaður, hevur eisini verið í miðverjuni.

 

Í gjár visti B68 at siga, at Fríði í Túni Petersen og Aron Reinert Hansen hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2024 fara at spæla við B68.

 

Fríði er vongverji, og Aron er miðverji.

 

##med3##