- Eystari Landsrættur heldur ikki, at fyrrverandi leiðslan og grannskoðarin í Roskilde Bank kunnu ábyrgdast fyri tað tap, sum bankin hevði, tá hann small saman undir fíggjarkreppuni, er dómurin í málinum um Roskilde Bank.
Rættarmálið móti leiðsluni og grannskoðaranum hevur varað í níggju ár og yvir 30.000 skjøl eru løgd fram í málinum, skriva danskir miðlar í dag.
Roskilde Bank fór á heysin í august 2008. Íleggjarar mistu fleiri milliardir krónur, tá bankin fór av knóranum. Tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur stevnt gomlu leiðslu bankans. 11 persónar og grannskoðarafelagið vóru stevnd, við einum kravi um endurgjald upp á eina milliard krónur, umframt rentur, skrivar DR.
Upp gjøgnum 00'ini vaks Roskilde Bank sera nógv orsaka av sethúsalánum. Virðið á partabrøvum bankans vaks eisini nógv, millum annað av tí, at kundar bankans lán til at keypa partabrøv fyri.
Tá kreppan á sethúsamarknaðinum kom til Danmarkar í 2008 gekk skjótt afturá hjá Roskilde Bank og bankin hevði eitt undirskot á eina milliard í 2008. Í 2009, eftir at Fíggjarligt Støðufesti hevði tikið ræði á bankanum, var undirskotið 3,5 milliardir krónur.
2. novembur 2009 meldar Fíggjarligt Støðufesti leisluna til Bakmansløgregluna, og í 2010 stevnir Fíggjarligt Støðufesti leiðsluna og grannskoðarafelagið, við kravi um at rinda eina milliard krónur í endurgjaldi.
30. apríl 2012 sleppir Bakmansløgreglan skuldsetingunum móti bankanum og ger ikki meiri við málið.
Fíggjarligt Støðufesti hevur higartil stevnt átta bankaleiðslum fyri teirra leiklut í fíggjarkreppuni í 2008. Fíggjarligt Støðufesti hevur kravt yvir tríggjar milliardir krónur í endurgjaldi. Ikki er tað heilt ókeypis, higartil hevur Fíggjarligt Støðufesti rindað 258 milliónir krónur í sakføraralønum, skrivar Ritzau.
Her eru tey átta bankamálini, sambært Ritzau:
- Roskilde Bank. Stjórn, leiðsla grannskoðari verða kravdir eftir einari milliard í endurgjaldi. Eystari landsrættur fríkennir øll somul.
- Amagerbanken. 11 eru stevnd. Sjey teirra skuldu rinda 900 milliónir krónur og fýra 300 milliónir krónur. Rætturin í Lyngby hevur fríkent øll, men Fíggjarligt Støðufesti hevur kært dómin, men lækkað endurgjaldskravið til 375 milliónir krónur.
- Capinordic Bank. Í eini semju fekk Fíggjarligt Støðufesti 70 milliónir krónur. Í Eystara Landsrætti kravdi Fíggjarlist støðufesti tríggjar leiðarar eftir 400 milliónum krónum, men dómurin bleiv 90,5 milliónir krónur. Hesin dómurin er kærdur til Hægstarætt.
- EBH Bank. Stjórn, leiðsla og grannskoðarar eru stevndir eftir 718 milliónum krónum. Málið byrjaði í Vestara Landsrætti í septembur.
- Eik Banki Danmark. Stjórn, leiðsla og grannskoðarar eru stevndir eftir 250 milliónum krónum. Eystari landsrættur hevði fyrsta av teimum 100 rættarfundunum á skrá í septembur.
- Eik Banki Føroyar. Sjey persónar eru stevndir eftir 150 millónum krónum. Málið byrjar í Føroya Rætti. 8. januar 2018.
- Løkken Sparekasse. Sjey persónar eru stevndir eftir 275 milliónum krónum. Málið byrjar í Vestara landsrætti næsta ár.
- Andelskassen JAK í Slagelse. Stjórin og nevndarformaðurin eru stevndir eftir 14,3 milliónum krónum. Rætturin í Glostrup skal viðgera málið.