Klokkan 18 fer Kári J. á Høvdanum at bríksla fyri fyrstu ferð við Løkin í Runavík, ar NI hevur vitjan av grannunum av Skála.
Talan er um tvey lið, sum í fjør spældu í næstbestu deildini og vunnu uppflyting.
Skála vann í fyrsta umfari trivaligan 3-0 heimasigur ímóti EB/Streymi. Venjarin Paul Poulsen hevur sett teir somu ellivu at fara á vøllin í Runavík í kvøld, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli undir Mýruhjalla sunnukvøldið.
NSÍ tapti 3-2 ímóti HB í Gundadali sunnukvøldið. Svenski NSÍ venjarin Jens Christer Wedeborg hevur valt teir somu ellivu at vera við frá dystarbyrjan, sum vóru tað í Gundadali sunnukvøldið.
NSÍ – Skála
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Terzic Adi, James Drye, Pætur Hentze – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jacobsen, Djóni Petersen – Nicolai Møller Dohn, Jan Ingason Hansen – Marjus Nón, Ragnar Skála, Teitur Poulsen – Carlos Ferreira