DANMARK 1. DEILD
Eftir at felagið hjá Jón Róa Jacobsen, Frem, í tveimum teimum fyrstu umførunum hevði fingið fulla úrtøku, vóru tað fleiri í felagnum, sum høvdu peikifingurin á lofti, tá ið niðurflytararnir skuldu fáa Brønshøj á vitjan. Frem var stórfavorittur, og tað varð roknað við sannførandi heimasigri.
Men so gekk tað, sum tað so ofta ger, tá ið talan er um stóran favoritt. Frem avrikið var yvirhøvur einki at reypa av. Serliga framrættaðu menninir verða sagdir ikki at hava verið nakað serligt upplagdir. Jón Rói Jacobsen var í verjupartinum, sum verður sagdur at hava sýnt góðtikið avrik. Úrslitið var málleysur javnleikur.
Fremad Amager vitjaði í Næstved, og felagið hjá teimum trimum, Andrew av Fløtum, Jann Inga Petersen og Hjalgrím Elttør, stóð seg væl. Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur millum teir fyrstu ellivu. Í 2. hálvleiki kom Jann Ingi Petersen á vøllin fyri Andrew, og eisini Hjalgrím Elttør kom á vøllin.
Heimaliðið kom tíðliga framum, men Fremad Amager javnaði, og tíðliga í 2. hálvleiki skoraðu teir sigursmálið. Einki verður sagt um, at føroysku spælararnir áttu lut í málunum hjá Fremad Amager.
Vejle gjørdi rættuliga um seg. Teir vunnu stórsigur á Dalum. Av teimum átta Vejle málunum gjørdi gamli NSÍ spælarin, Ulrik Balling, tvey, og gamli liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge, Chris Hermansen, skoraði tríggjar ferðir.
Hjá Horsens og Johan B. Hansen gekk einki serligt. Teir taptu 2-0 í Fredericia.
Einki er avgjørt enn, nær næsta umfarið verður spælt. Allar deildirnar, sum eru undir DBU, eru í verkfalli og verkbanni.