Allir flokkar hava medábyrgd

- Hóast tað var ein avtala millum politisku flokkarnar, at peningurin frá einskiljing av Føroya Banka og Atlantsflogi skuldi fara í búskapargrunn, fór alt í stórapott. Politiska skipanin hevur ikki megnað at tillagað samfelagið til niðurskurðin í inntøkunum, og her hava allir flokkar eina medábyrgd.

Tað segði Kári P. Højgaard, floksformaður, á landsfundi Sjálvstýrisfloksins leygardagin.

- Skattalækkingar fyri hundraðtals miljónir krónur gjørdu sítt til, at yvirupphitaðu samfelagshjólini mólu enn skjótari. Bankarnir oystu pening út í samfelagið og uppfunnu eitt nú nýggju hugtøkini sum skáalán og at taka lán upp á frívirði í húsunum. Tankin aftanfyri var ?nýt lívið og brúka pening, meðan tú hevur møguleikan - tú skal bert gjalda 60% av rentuútreiðslunum, landið 40% og dýrtíðin hjálpir tær við avdrøgunum?.

Kári P. Højgaard vísti á, at upprunaligi rentustuðulin hevði til endamáls at hjálpa borgarum við lagaligum lánstreytum, so hesir skuldu hava møguleikan at seta føtur undir egið borð.

- Tá nógv fólk góvust við at gjalda avdráttir, vaks lánsupphæddin við risafetum. Í 2006 vóru útreiðslurnar til rentustuðul á fíggjarlógini soleiðis 85.373 miljónir krónur og nærum tvífaldaðust í 2008 til 167,4 miljónir krónur.

Hann segði, at metta upphæddin fyri 2010 er 160 miljónir krónur, men tá skulu nøkur inntriv fremjast, um hetta skal eydnast.

Formaður Sjálvstýrisfloksins vísti eisini á, at allur peningurin við einskiljingini av Føroya Banka og Atlantsflogi er farin í ?stórapott? ella í veruleikanum til rakstur, tó at avtala var millum politisku flokkarnar, at hesin peningur skuldi setast í búskapargrunn, segði Kári P. Højgaard.