Hevði "Faroese Music Awards" verið til, hevði "punk"-bólkurin 200 vunnið í flokkinum "Mest flóvisligani banali tekstur" og sangbólkurin Salt gjørt bart og vunnið allar tríggjar høvuðsflokkarnar, "Minst orginali andaligi bólkur", "Mest argandi útvarpssangur" og, 'the big one', "Fløguúttgáva oftast sædd undir jólatrænum".
Annars hevur tað, í útlandinum, aldri verið vanligt at givið prísir til tey, ið hava heiðurin uppibornan. Men sjálvur legði eg líka í hetta... inntil Justin syfilis Timberlake ? var tað í fjør? ? vann. Tí, ikki bara hevur hann framleitt ein stápil av snori, men varð hansara konsertferð í fjør stuðlað av "mat"-fyritøkuni McDonald við risa McDonald?s-bogum rundanum pallin.
Tak ikki feil. Í mun til ov nógv føroysk fólk, ið fáast við list, eri eg, verandi "kapitalist", ikki læstur í skilaleysu kult-fatanini "má ikki fáa vinning, má ikki fáa vinning; má vera seriøsur, má vera seriøsur"! Men tá ið onkur er so sjónskt og so ósmæðið til sølu, hvussu kann teirra eginliga vøra ? tónleikurin! ? birta nakra sum helst kenslu og, tesvegna, takast í álvara?
Hevði enski glam-popp bólkurin Suede kanska verið so hugtakandi, so avbjóðandi, so kynsøsandi, so elektriskur, um Brett Anderson hevði sungið: "You make me feel/like a Happy Meal"?
Hevði blues-tónleikurin verið til nakra sum helst nyttu, hevði Muddy Waters sungið: "Woke up this morning, I?m at the end of the line/thank the Lord for a Sausage and Egg McMuffin breakfast, only 1.49"?
Men tað, at talentleys fólk sum Timberlake og donsku Nick & Jay ?vinna og forsvinna? er ikki tann mest órógvandi parturin av Music Awards-politikkinum.
Sjálvandi ikki. Og heldur ikki at innihaldsfátæka Celine "I?m soooo happy to be here with you guuuuys"-Dion vinnur ein prís ?her og dér?; og tað sama ger seg galdandi fyri diabolsku Dido við hennara pínulinnandi forstaðavellingi, tónleikur fyri fólk, ið ikki dáma tónleik, hvør kantur burturbeindur fyri at ein 100-prosent telduviðgjørd, nakkleys penheit kann skorra í bakgrundini sum mamma og babba symmetriskt planta ravmagnsperur í nossliga havanum ella sum tú og konan velja eina snøgga dalmatinara-sofu hjá IDÉ-Birga at ?matcha? hin kolsvarta jeepin ?desainaður? við tí eittans endamáli at koyra í _ Fútalág, Stoffalág, Tjarnarlág... _. Og vit kundu hildið á...
Nei, nógv meira órógvandi er tað at hin einaferð kompromileysi hipp-hopp pallurin eisini tykist hava verið togaður niður á hetta støðið. Tað eina árið, til dømis, upptraðkaði frágera nýskapandi OutKast við einum dansibólki ílatin sum beinagrind. Kanska royna teir slíkar ?rutinur? so at gera alla list, eisini ta tónlistaligu, uppaftur fleir-dimensjonalari; eitt sindur sum við hasari "ráu" beinagrindsframsýningini í Listaskálanum nøkur ár síðani. Og førleikamennandi: "A, you?re adorable, B, you?re so beautiful, C, you?re a cutie full of charms, D, you ?dis me bitch, E, you?re eatin? lead ... and S, you?re my only skelet-on, yeah!, my flesh and blood, yeah!, my only mille-on, it?s fun to wander through the alphabet with you".
Men ringast av øllum er at síggja hvussu ídnaðurin tekur sær av løttum, tá ið hann stimbrar alheimsliga ræðið av rapparum sum 50 Cent. Munurin á núverandi avgrøðini og undanfarna ættarliðnum av hipp-hopp superstjørnum er at síðstnevndi byrjaði lívsstarv sítt sum ein mega-ketil av kenslum og endaði tað við at vísa fram teirra ríkidømi?verandi størsta motivatiónin.
Ímóti tí byrjar núverandi avgrøðin soleiðis og sleppur tí undan at hava eina meining um nakað handan teirra egnu yrkisleið. Gaman í, Tupac, til dømis, glataðist kanska vegna einum einkisigandi stríði, men hansara fyrsta útgáva var ein veldugur lovsongur fyri borgararættindi, lutvíst fagnandi mammuna, sjálv ein Black Panther.
Kanska, saman við popularitetinum hjá Spike Lee og serliga filminum hjá sær um Malcolm X, speglaði hetta ein endurnýggjaðan politiskan brodd millum myrk í Amerika aftaná ófriðin í Los Angeles.
Men miðhálvfemsini vóru ikki meira enn komin, áðrenn hetta hopaði undan. Tó, teir mest populeru rappararnir royndu ? um ikki annað ? at bera okkurt slag av heimsáskoðan fram, sjálvt um tað tíðum nóg illa gav nakra meining.
So, fyri eina stund sýntist tað sum um hvør tann einasta hipp-hopp útgáva mátti rúma eina talu ljóðandi nakað soleiðis: "Yeah, like I?m here representing, ya know what I?m saying, for the people. ?Cos the people?s all we got. You take away the people and you just got , like, ya know, buildings and mud and polystyrene and shit, and that?s why every day I thank the Lord. Hallelujah!"
Harafturímóti hevur Puff Daddy ongantíð havt áhuga fyri nøkrum undantikið at reypa um hvussu ríkur hann er ? gævi onkur, kanska Morrissey, kundi greitt honum nágreiniliga frá, soleiðis, stev fyri stev, júst hvussu láturverdur hann er. Tó, rætt skal vera rætt, hann hevur staðið fyri einum tónlistaligum bragdi, sum var at taka til sín ein Sting-sang og gera hann verri. Helst burdi hann, Daddy... ella Diddy, fingið ein prís fyri tað.
Um ikki leingi fara vit at hava prísir, sum ikki endiliga hava nakað við tónleik at gera. Hesum viðvíkjandi ganga vit í Føroyum so undan við tónlistakvinnuni, ið er ? og tú ert vælkomin at flenna, ikki at prísmóttakaranum... tað kann "man" ikki! ? men sjálvum prísinum, "Ársins føroyingur".
Ja, tú veitst væl hvør hon er, hon sjálv, hin heilaga... kvinnan; eg tori ikki so mikið sum at skriva navnið hjá henni, ? so góð sum hon er og í øllum tí hon ger ? eisini tá ið tað kemur til "áhugaverdar setningar". Forrestin, veit nakar at siga hvørt trúliga mætir hugsarir sosum Desmond Tutu ella Peter Singer hava fingið tann fjákuta heiður at kunna kalla seg ávikavist "Ársins suðurafrikanari" og "Ársins avstraliari" og, um ikki, heldur tú tá, at teir høvdu tikið ímóti "viðurkenningini"? Nettupp!
Men tað er bara ein spurningur um tíð áðrenn eisini útlandið fer at geva ikki-tónleikaprísir til hasi, ið fáast við tónleik, soleiðis at onkur fer at vinna ein prís fyri bestu hipp-hopp lýsingina. Ein av teim útnevndu fer ivaleyst at vera Busta Rhymes fyri hasa, har hann og sonurin, Busta yngri, koma inn gjøgnum dyrnar við fleiri desilitrum av mannablóði á buksunum, á skjúrtunum, á brølapuni, ja, báðir tveir 200 prosent blóð-slettaðir!
Og konan, sum sjálv hevur bundið húgvurnar og sum ikki vóru ?desainaðar? at fara inn í bankar við, sigur: "Hey Busta baby, not another hold-up. Look at the state of those shirts; that blood will NEVER come out".
Men tað fer at vera homofobiski 50 Cent, ið fer við prísinum. Lýsingin sær nakað soleiðis út við hr. Cent frammanfyri sína svarttónaðu limusinu, rappandi: "Yo, that goes like a shot/But I know it?s not/Going to hit the spot/Like... AD-I-DAS. Hmmm, it?s got/A flow as hot/As a ho?s G-spot".
Einasti trupulleikin, umframt at navnið eyðsýniliga ikki riggar til restina av rappinum, er at hetta hevði elvt til eitt drepandi stríð við P Diddy og NIKE og servandu Just do it-militsina.
So, vissuliga hevur 50 Cent heiðurin uppibornan; og endiliga vinnur onkur í útlandinum okkurt, viðkomandi hevur uppiborið at vunnið?sjálvt um prísurin einki hevur við tónleik at gera.