Seinasta flogfarið kom í Vágarnar seinnapartin, og nú eru allir jólagestirnir, sum skuldu flúgva heim, komnir til landið.
Jólaferðslan loftvegis til Føroya var annars órógvað 7. desember, tá ið nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi fekk skaða í Kastrup. Síðani hava tey minnu flogførini hjá Atlantsflogi flutt umleið 6.000 fólk til Føroya á 70 túrum.
Nógv tey flestu eru komin til Føroya úr Keypamannhavn, men Atlantsflog hevur eisini flutt fólk úr Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Aberdeen og London til Føroya.
Nú liggur flogferðslan still komandi tveir dagarnar. Flogið verður aftur millum Føroyar og útlandið annan jóladag.