Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, er eisini limur í politiska fylgibólkinum, sum skal hjálpa fiskimálaráðharranum at dagføra fiskivinnulóggávuna. Men eins avgjørdur og fiskimálaráðharrin er um, at uppboðssøla av fiskirættindum ikki kann koma upp á tal, eins avgjørdur er javnaðarformaðurin um, at júst ein sovorðin uppboðssøla fram eftir skal verða hornasteinurin í okkara fiskivinnuskipan.
- Um vit skulu taka lógarásetingina um, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks, til eftirtektar, so mugu øll hava javnbjóðis møguleikar at sleppa at fiska og gagnnýta fiskiríkidømið. Ein breiður meiriluti á tingi við umboðum úr øllum flokkum uttan Fólkaflokkinum tekur undir við einari skipan, har tað almenna selir fiskirættindi um eina uppboðssøluskipan. Hesum má Fólkaflokkurin boyggja seg fyri, sigur Aksel V. Johannesen.
Umframt hetta er hann eisini sannførdur um, at ein uppboðssøla av kvotum og fiskidøgum er besta amboðið at effektivisera fiskivinnuna, so sum mest fæst burtur úr hvørjum kilo av fiski.
- Um vit ikki hava beinleiðis kapping í fyrsta liði, um sjálvt tilfeingið, so fáa vit ikki tann effektivitetin, ið vit øll ynskja okkum, sigur hann.
Ikki sosialpolitikkur
Um marknaðarkreftirnar soleiðis einsamallar sleppa at stýra fiskivinnuni, ber illa til at brúka hana sum amboð til nakað annað enn at skapa mest møguligt avkast til landskassan, sum skal selja fiskirættindini, og skipini, sum skulu keypa tey. Tá ber illa til at liva upp til serliga ásetingarnar í grein 2 í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, sum siga, at umsitingin av fiskivinnuni eisini skal tryggja virksemi og arbeiðspláss kring alt landið.
- Vit skulu ikki brúka fiskivinnulóggávuna at føra sosialpolitikk við. Tað, sum hevur størst týdning, er, at vit fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo av fiski. Tað er galdandi bæði fyri landskassan sum seljara av fiskirættindum, og fyri vinnuna. Tí vænti eg eisini, at vinnan fer at leggja enn størri dent á víðariforedling av fiskinum, tá hon skal rinda fyri at sleppa at fiska hann, fyri á tann hátt at virðisøkja rávøruna enn meira, sigur Aksel V. Johannesen.
- Her hevur tað stóran týdning, at virðisøkingin hendir í Føroyum, og ger hon tað, verður avleiðingin eisini fleiri arbeiðspláss. Henda gongdin sæst longu í uppsjóvarvinnuni, har nýggj virki annaðhvørt longu eru komin ella eru í umbúna, sigur hann.
Tó at hann ikki heldur, at fiskivinnulóggávan skal nýtast til at loysa sosialar uppgávur, so leggur javnaðarformaðurin dent á, at hansara flokkur ætlar at treyta sær, at tað ikki verða fiskimenninir, ið koma at rinda prísin, tá kvotur og fiskidagar verða handlað á eini uppboðssølu, og hann vil eisini halda útróðrarflotan uttanfyri eina uppboðssøluskipan.
- Fiskimenninir skulu onga rokning hava, og vit vilja hava tað lógarfest, at um eitt skip skal sleppa at handlað við fiskirættindum á uppboðssøluni, skal tað hava sáttmála við manningarfeløgini. Útróðurin er bæði vinna og mentan. Í summum smærri bygdum er útróður einasta vinnan, sum er til, og her vilja vit ikki risikera, at slíkar bygdir knappliga standa uttan nakað loyvi. Tí skal útróðurin ikki við í eina uppboðssøluskipan, sigur Aksel V. Johannesen.
Kærkomin kapitalur
Javnaðarformaðurin ætlar ikki, at avmarkingarnar í útlendskum eigaraskapi skulu avmarkast enn meira, soleiðis sum landsstýrismað-urin í fiskivinnumálum krevur tað.
- Tað eru tíðir, tá útlendskur kapitalur kemur sera væl við, tað hava vit sæð. Og tað kann eisini hava positiva ávirkan á marknaðaratgongdina, at útlendingar seta pening í skip og virki her heima, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann ásannar tó, at við útlendskum eigaraskapi fylgir ein vandi við fyri, at avkastið eisini endar uttanlands.
- Eitt nú havi eg hoyrt dømi um útlendingar, sum eiga í skipum og samstundis eru lánveitarar. Fyri at fáa sín ríkiliga part av avkastinum hava teir bara skrúvað rentuna á lánunum langt upp. Men slíkt kunnu vit byrgja upp fyri við lóggávu. Til dømis kunnu vit seta sum treyt, at ein íleggjari í eitt skip ikki eisini kann vera lánveitari, sigur Aksel V. Johannesen.
- Men tað loysir ikki trupulleikar av hesum slagnum at nokta útlendskum íløgukapitali. Tað vit kunnu og eiga at gera, er at tryggja ræðisrættin í Føroyum, sigur hann.
Møguleiki at hóma
Javnaðarformaðurin hevur ikki slept vónini um, at tað fer at eydnast at fáa eina breiða semju um fiskivinnulóggávuna, tó at hann helt útlitini vera væl betri fyri einum ári síðani.
- Eftir kjakinum í politiska fylgibólkinum at døma sá tað tá als ikki út til at vera ómøguligt at fáa eina semju. Men nú hava vit ikki havt nakran fund aftur síðani seinasta vár. Tað er onki serligt, men eg haldi meg tó hóma, at tað enn er møguligt at røkka á mál, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann dylir ikki, at Fólkaflokkurin er truplasti samráðingarmótparturin í so máta, tí tann flokkurin er so avgjørdur í síni mótstøðu móti eini almennari uppboðssølu fyri fiskirættindi.
- Tað verður rættiliga avgerandi, um hinir samgonguflokkarnir standa fast, ella teir bakka og enn einaferð lata Fólkaflokkin sleppa at ráða fyri, hvør fiskivinnupolitikkurin skal vera. Eitt er givið, at um Fólkaflokkurin einsamallur fær sín vilja nú, so er vandi fyri, at ein dagførd fiskivinnulóggáva bara verður broytt aftur, tá ein nýggj samgonga við aðrari samanseting kemur til, staðfestir Aksel V. Johannesen.