Føroyar hava longu sett fleiri tiltøk í verk fyri at gera tað meira lokkandi at fáa sær el- ella vetnisbil. Hesir eru heilt frítiknir frá skrásetingargjaldi og MVG, og teir rinda heldur ikki veg- og umhvørvisgjald, og ætlanin er, at hesir fyrimunir skulu halda fram í nøkur ár aftrat.
Í Danmark ætlar mann at gevast við at selja bensin- og dieselbilar í 2030, segði forsætisráðharrin í setanarrøðu sínari, tá danska fólkatingið varð sett seinasta týsdag. Líknandi mál eiga vit eisini at seta okkum í Føroyum, heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
- Eg veit ikki, um tað er realistiskt at banna bensin- og diesel bilum, men eg haldi, vit eiga at hava sum mál, at allir nýggir bilar skulu vera grønir tá, sigur hon.
Í Føroyum hevur samgongan sett sær sum mál at seta ferð á grøna orku, og í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum. Bjørt Samuelsen heldur tí, at ferð má koma á.
- Vit hava sera framsøkin mál um at blíva grøn í 2030. Tí mugu vit seta nógv meira ferð á, um vit meina nakað við hesum, tí tað eru bara 12 ár til 2030, sigur Bjørt Samuelsen, sum meinar, at vit í Føroyum eiga at seta sama mál sum grannalondini, um at allir nýggir bilar í 2030 vera umhvørvisvinarligir.
Talið av el-bilum í Føroyum er vaksandi - tað eru 83 el-akfør í løtuni, og av hesum eru 72 persónbilar.
Les eisini: Vit skulu gevast at selja bensin- og dieselbilar