Samtykt at heita á lands­stýrið um eyka 1. flokk í Sankta Frans skúla

Tórshavnar býráð hevur samtykt at "heita á landsstýrið" um at fáa ein eyka flokk í Sankta Frans skúla næsta ár.

Foreldur í miðbýnum í Havn hava verið sera misnøgd við avgerðina hjá Tórshavnar býráð at leggja eyka 1. flokkar á Argjum og á Skúlanum á Fløtum. Næmingar, sum annars hoyra til upptøkuøkið hjá Sankta Frans skúla skuldu tí flytast út á Skúlan á Fløtum.

 

Foreldur hava savnað undirskriftir at vísa á sína misnøgd, sum vórðu handaðar borgarstjóranum í Havn í síðstu viku.

 

Men áðrenn býráðsmeirilutin gjørdi nakað við málið, so bað Tróndur Sigurðsson úr andstøðuni um at fáa málið fyri á býráðsfundi í kvøld. Hann legði uppskot fram um at skipa ein eyka 1. flokk í Sankta Frans skúla komandi skúlaár. Uppskotið snýr seg um at heita á landsstýrið um fáa ein eyka flokk í Sankta Frans skúla næsta ár. Hetta uppskotið varð samtykt.

 

Sambært Tróndi Sigurðsson og sambært foreldrunum, so eru høli til ein eyka 1. flokk tøk á Sankta Frans skúla sum er. Tað hevur leiðslan eisini sagt, sigur hann. Men tað verður ein avbjóðing seinni.

 

– So loysa vit ta avbjóðinga, segði Tróndur Sigurðsson við in.fo fyrr í dag.