Allir sjólótust umborð á Kursk

Á middegi í gjár góvust bjargingarmenninir við royndunum at koma inn í skrokkin á Kursk. Kavbáturin var fullur av vatni, og tí brast seinasta vónin um at finna nakran á lívi.

- Sjógvur var innanfyri neyðlúkuna, tá ið hon varð latin upp. Eingin av manningini varð funnin, og norsku kavararnir funnu einki tekin um lív, søgdu umboð fyri russiska flotan í gjáramorgun, men bjargingarroyndirnar hildu tó fram.

Kavararnir gjørdu so enn eina roynd at lata ta næstu lúkuna upp, men vónirnar um at finna nakran á lívi vóru ikki góðar, tí so long tíð var fráliðin. Kavbáturin sakk næstseinasta leygardag, tá ein spreinging var umborð á Kursk, sum siglir við kjarnorku.

Í gjár varð avgerð tikin um, at bara norskir kavarar skuldu niður á Kursk og ikki tann bretski undirvatnsbáturin LR5.

Kavararnir arbeiddu síðani í trímansbólkum, sum kundu kava í seks tímar hvørja ferð, áðrenn teir noyðast uppaftur. Soleiðis kundu teir tólv kavararnir arbeiða alt samdøgrið fyri at bjarga onkrum av manningini, sum møguliga enn var á lívi . Tað er Forsvarskommando Nord-Norge, sum hevur havt ábyrgdina av bjargingararbeiðnum seinastu tíðina.

Tá kavararnir so komu niður á Kursk fyri middag í gjár, bar til hjá teimum at staðfesta, at sjógvur var innanfyri neyðlúkuna, og tí var eingin vón um at finna nakran á lívi.

Spreingingin umborð á Kursk næstseinasta leygardag hevði við sær, at kavbáturin sakk, men nakrir av manningini, sum taldi 118 mans, vóru enn á lívi eftir óhappið. Bjargingararbeiðið hevur tó gingið sera striltið, tí veðrið ikki hevur verið til vildar at fremja nakað munagott bjargingararbeiði.

Kursk er ein lutfalsliga nýggjur kavbátur, sum varð tikin í nýtslu av russiska herinum í 1994, og hann kann hava 24 kjarnorkurakettir umborð. Hann er gjørdur til at vera undir vatni í 120 dagar og kann fara niður á 500 metra dýpi. Kursk er 154 metrar til longdar. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at kavbátar hjá russiska herinum er soknir, og nógvir mans hava mist lívið seinastu árini í slíkum vanlukkum.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh